Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunurnar avlop og nærum onga nettoskuld

Dan Klein --- 03.09.2018 - 06:56

Fíggjarmálaráðið hevur tikið samanum kommunalu roknskapirnar fyri 2017.

Niðurstøðan er, at fíggjarliga eru flestu kommunur lutfalsliga væl fyri, og at bert fimm teirra hava nettoskuld, ið er omanfyri eina hálva skattaálíkning.

Samlaða avlopið fyri 2017 var 127 mió. kr. Skattainntøkur v.m. vóru góðar 2,4 mia. kr., 1,7 mia. kr. vórðu nýttar til rakstur og 517 mió. kr. vórðu nýttar til íløgur. Rentuútreiðslurnar í 2017 vóru 28 mió. kr. 

Við árslok 2017 var bruttoskuldin hjá kommununum 1,1 mia. kr. Nettoskuldin var 127 mió. kr. og sostatt manglar lítið í, at nettoskuldin verður burtur. Hetta merkir m.a., at kommunurnar í dag samanlagt hava rásarúm til økja nettoskuldina við umleið 2 mia. kr., áðrenn tær røkka skuldarmarkinum á 23% av eini persónsskattaálíkning. 

Í fíggjarætlanunum hjá kommunum fyri 2018 verða rakstrarútreiðslurnar hækkaðar 4,9% og íløgurnar hækkaðar við 20% upp í 620 mió. kr. Roknað verður við halli á 145 mió. kr. – Í 2017 var tó eisini budgetterað við halli á 226 mió. kr., men úrslitið gjørdist eitt avlop á 127 mió. kr. 
 
Frágreiðingin hjá Fíggjarmálaráðnum kann lesast her: https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/11196/fra-greiðing-um-kommunuroknskapir-2017.pdf