Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunur vilja ikki yvirtaka verandi bygnað

Kommunustýrini í limakommununum í Kommunusamskipan Føroya hava á fundi í Reykjavík 7. mars 2013 viðgjørt ætlanirnar at leggja kommununum eldraøkið 1. januar 2014.

Kommunustýrini siga at eldraøkið liggur best hjá kommununum, men neyðugt er, at ávísar fyritreytir eru til staðar, og at nøkur viðurskifti eru avgreidd, tá ið økið verður lagt út.

Millum annað er neyðugt at landið og kommunurnar í felag gera tað lógargrundarlag, sum økið skal virka eftir, aftaná at tað er lagt kommununum at umsita. Hetta er neyðugt til tess at tryggja, at lógarkrøvini ikki forða kommununum í at loysa uppgávurnar á eldraøkinum skynsamt, fíggjarliga og bygnaðarliga, eins og lóggávan skal tryggja, at kommunurnar hava møguleika til at laga uppgávurnar á eldraøkinum til staðbundin viðurskifti.

Kommunurnar ynskja sostatt ikki at yvirtaka verandi bygnað á eldraøkinum, men vilja hava frælsið til at skipa sín egna bygnað.

Kommunustýrini eru somuleiðis á einum málum um, at neyðugar fíggjarligar útgreiningar mugu gerast í sambandi við, at eldraøkið skal leggjast kommununum. Havandi í huga at eldraøkið frameftir fer at vaksa í vavi og kostnaði, og at økið í framtíðini verður millum størstu avbjóðingunum hjá vælferðarsamfelagnum er neyðugt, at land og kommunur eru samd um, hvør fíggjartørvurin er í dag, og hvussu hesin sannlíkt fer at broytast í framtíðini.

Grundað á nevndu viðurskifti hava kommunustýrini gjørt semju um eina yvirlýsing, sum er send landsstýrinum í dag, 7. mars 2013.

Yvirlýsing

Yvirlýsing frá fundi millum kommunustýrini í Kommunusamskipan Føroya í Reykjavík 07. mars 2013** Kommunustýrini í Kommunusamskipan Føroya hava á fundi í Reykjavík 07. mars 2013 viðgjørt ætlanirnar at leggja eldraøkið út til kommunurnar 1. januar 2014.

Fyritreytin fyri at leggja økið út er, at landið og kommunur semjast um, hvørjar fíggjarligar avleiðingar tað hevur fyri kommunurnar at yvirtaka økið, bæði nú og í framtíðini. Somuleiðis er neyðugt at fáa avgreitt, á hvørjum grundarlagi landafrøðiligu samstørvini, sum skulu yvirtaka økið, skulu virka.** Kommunustýrini krevja tí:

• At land og kommunur í felag gera lógargrundarlagið, sum eldraøkið í framtíðini skal virka á.

• At land og kommunur í felag gera eina fíggjarliga útgreining av eldraøkinum, og í hesum sambandi semjast um verandi og framtíðar fíggingartørv á økinum

• At kommunurnar hava trygd fyri, at samsvar er millum fíggingartørv og ta játtan, sum fylgir økinum

• At kommunurnar fáa fullan rætt av nýggjum at skipa økið rakstrar-, innihalds-, bygnar-,og starvsfólkaliga

Kommunustýrini í KSF eru samd um, at eldraøkið liggur best hjá kommununum, tá ið hesar fyritreytir eru komnar uppá pláss.

Reykjavík, 07. mars 2013

Heðin Mortensen, formaður

Tórshavnar kommuna

Magnus Rasmussen

Runavíkar kommuna

Jógvan Skorheim

Klaksvíkar kommuna

Kristin Michelsen

Tvøroyrar kommuna

Sonni í Horni

Fuglafjarðar kommuna

Dennis Holm

Vágs kommuna

Brandur Sandoy

Sands kommunu

Jóhan Christiansen

Eysturkommuna