Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunulæknin setir sjálvur læknaskrivaran

Viðmerking til málið viðv. arbeiðsumstøðunum hjá kommunulæknanum Arnhold Jensen á Tvøroyri

Tvøroyrar býráð harmast um avgerðina hjá kommunulæknanum Arnhold Jensen at siga seg úr starvi sum kommunulækni á Tvøroyri.

Tvøroyrar býráð ynskir í hesum sambandi at gera viðmerking til úttalilsini hjá kommunulæknanum viðvíkjandi hansara arbeiðsumstøðum. Kommunulæknin hevur gjørt vart við nøkur viðurskifti, sum hann er ónøgdur við. T.d. løn og skeið til læknaskrivara, ventilatión í læknahølunum og heimasíðu.

Tvøroyar býrað vil gera vart við at Heilsumálaráðið er arbeiðsgevari hjá kommunulæknum, meðan kommunurnar fyrst og fremst hava ábyrgdina av at útvega viðtaluhølir til kommunulæknar.

Ein partur av trupulleikanum er, at kommunulæknin hevur sett fram ynski um at Tvøroyrar kommuna skal halda útreiðslurnar fyri læknaskrivarin. Hesum ynski hevur Tvøroyrar býráð ikki gingið á møti, av tí einfaldu orsøk at hetta ikki er ein kommunal uppgáva.

Sambært § 4 í løgtingslóg um kommunulæknaskipan, nr. 28 frá 23. apríl 1999, sum broytt við ll. Nr. 23 frá 16. Mars 2007, er ásett at „onnur starvsfólk hjá kommunulæknanum verða sett í starv av kommunulæknanum.“. Hetta merkir, at kommunulæknin sjálvur setur læknaskrivara og eisini rindar honum løn. Hendan útreiðslan er sostatt íroknað lønina hjá kommunulæknum.

Hetta er orsøkin til at Tvøroyrar býráð hevur samtykt ikki at ganga umbøn frá kommunulæknanum um at gjalda løn til læknaskrivara á møti. Kommunulæknin eigur at gjalda lønina til læknaskrivara sjálvur, og fær hann veiting frá heilsumálaráðnum til endamálið. Sama ger seg galdandi viðvíkjandi skeið til læknaskrivara. Hetta er ikki starvsfólk hjá kommununi, og kommunan fer ikki gjalda skeiðsútreisðlur fyri starvsfólk, sum ikki eru sett í kommununi.

Tá ið talan er um onnur viðurskifti, so hevur kommunan roynt at loyst hetta eftir besta førimuni.

Í mun til ventilatión í viðtaluhølinum hjá kommunulæknanum, so er kommunan ikki eigari av hølunum og kann tí ikki gera ventilatión, men býráðið hevur samtykt at taka upp samráðingar við eigaran av hølunum og er tískil gongd í hesum málinum.

Starvsfólk hjá Tvøroyrar kommunu eru í løtuni í holt við at gera eina heimasíðu í samstarv við kommunulæknan, sjálv um hetta ikki er ein beinleiðis ábyrgd hjá kommununi. Eisini hevur kommunan eftir ynski frá kommunulæknanum, gjørt tað møguligt hjá viðskiftafólki at samskifta umvegis teldupost við kommunulæknaskrivstovuna og hevur hetta verið væl móttikið.

Tvøroyrar býráð vil enn einaferð vísa á, at býráðið metur tað vera sera harmiligt, at kommunulæknin hevur valt at siga seg úr starvi, men metur ikki at Tvøroyrar kommuna hevur verið órímilig í samstarvinum við kommunulæknan.

Tvøroyrar býráð

Kristin Michelsen                      Bjarni Hammer                        Jens Johannesen

Hallur í Heiðinum                 Anita Vibergsdóttir                  Marjun Olsen