
Kommunufelagið valt nýggan næstformann
Stýrið í Kommunufelagnum hevur á stýrisfundi í dag valt nýggjan næstformann. Nýggjur næstformaður í felagnum verður Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Eftir at verða valdur í Løgtingið, valdi Magnus Rasmussen at leggja borgarstjórastarvið í Runavík frá sær, og harvið eisini at siga frá sær sessin sum næstformaður í Kommunufelagnum. Nýggi borgarstjórin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, tók 1. januar sæti í stýrinum fyri Magnus, og á stýrisfundi í kommunufelagnum í dag bleiv somuleiðis avgjørt, at Torbjørn Jacobsen eisini tekur sæti sum nýggjur næstformaður í felaganum.
Næstformaðurin umboðar saman við formanninum í felagnum Heðini Mortensen dagligu politisku leiðsluna í felagnum.