Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunan væl fyri fíggjarliga

- Tórshavnar kommuna er í eini góðari støðu, bæði tá tað snýr seg um lántøku og gjaldføri. Støðan hevur verið so mikið góð, at hóast at tað í fíggjarætlanini fyri 2010 varð lagt upp fyri, at vit kundu taka eitt lán uppá 50 miljónir, so hevur higartil als ikki verið tørvur á hesi lántøku, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Men okkara fíggjarumsiting hevur mælt til, at kommunan í minsta lagi hevur eitt gjaldføri svarandi til skattainntøkuna fyri ein mánaða, sum er umleið 50 mió. kr., og tí verður mælt til, at kommunan tekur upp lán.

- Alt tosið um lántøku stóðst av teimum ómetaliga stóru íløgunum, kommunan skuldi gera, til dømis hundraðtals miljónir í skúlar í Hoyvík og á Argjum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Vit hava bíðað sum longst, men nú aðrar stórætlanir eru fyri framman, eitt nú skal Boðanesheimið verða liðugt seinni í ár, vit skulu gera íløgur í brúgv um Sandá, útstykkingar, vinnuøki, havnabygging og íløgur í aðrar skúlar, so er tíðin komin at taka hetta lánið soleiðis, at gjaldførið er á einum hóskandi støði.

- Vit hava tí í kvøld avgjørt at taka av tilboðnum frá BankNordik uppá lán á 50 mió. kr. at gjalda aftur yvir 15 ár við fastari rentu í 3 ár.

- Hetta broytir tó onki uppá avgerð okkara um at leggja loft á lántøkuna, tí hon kemur at liggja um 215 miljónir við árslok í ár, og tað er eingin trupulleiki við eini árligari inntøku uppá 656 miljónir. Fíggjarætlaninar 2011 og 2012 javnviga uttan lántøku, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í viðmerking.