Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunan takkar Karl Johan Fossá fyri drúgva tænastu

9. mars 2012 kl. 14:00 var móttøka á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, har Malla Dam, varaborgarstjóri, takkaði Karl Johan Fossá fyri drúgva tænastu.

Karl Johan og konan Alma, fluttu í 1975 til Tvøroyri úr Svøríki, við trimum børnum, og í árini framyvir var Karl Johan kommunulækni á Tvøroyri.

Í fyrstani vóru bústaðarviðurskiftini soleiðis, at Karl Johan umhugsaði at fara aftur til Svøríkis, men alt lagaði seg, og hann hevur nú starvast sum í kommunulækni í 37 ár.

Starvið var at byrja við strævið, men áhugavert. Ferðslumøguleikarnir vóru ringar og t.d. fartelefonin var ikki til.

Skuldi Karl Johan valt nú, hevði hann kanska heldur valt at gerast djóralækni, sigur hann hálvarvegna í skemti. Orsøkin er, at læknastarvið í dag gongur fyri seg við kúlupenni og teldu, meðan tað fyrr gav møguleiki fyri at brúka alt tað mann hevði lært í praksis.

Karl Johan hevur í øll árini havt eitt gott samstarv við Signar Dam, og fortelur, at hann fra honum hevur lært m.a. at gera hol í oyrini og at trekkja út tenn.