Kommunan sett fólk at ansa trøunum
Kommunan hevur sett vaktarhald at ansa jólatrøunum. Harafturat eru átøk gjørd, so tað verður torførari at stjala trø ella ljós.
Bæði trø og ljós verða stolin, men í flestu førum er talan um reint herverk, har ljósketur verða slitnar og trøini verða illa viðfarin.
Men nú er so vaktarhald sett at ansa eftir, so vónandi fáa trøini hereftir frið.