Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KOMMUNAN SETIR UPP 6 URINALSOYLUR TIL VOXBOTN

Tað er ongin endi á uppfinnseminum. Tá borgarstjórin vitjaði á eini útikonsert í Danmark fyri stuttum sá hann fyri fyrstu ferð hetta einastandandi uppfinnilsið, sum danir høvdu sett upp í skotum og millum trø nærhendis konsertøkinum fyri at verja umhvørvið sum frægast. 

Nú hava teir hjá Pf. Jógvani Weihe útvegað kommununi 6 av slagnum, hetta eru tey fyrstu í Føroyum, men neyvan tey seinastu, tí tey eru uppløgd at brúka til summarstevnur og onnur mentanartiltøk, har nógv fólk savnast úti.

Danir kalla tey “urinalsøjler”, her hava tey bara verið kallað pissitorn. Fýra kunnu kasta sær av vatninum í senn - og tey fyrstu verða roynd nú til Voxbotnfestivalin. Støðini, har tey verða uppsett, verða kunngjørd seinni.