Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunan rindar bíðirúmið, men kærir landsstýrismannin

Dan Klein --- 03.02.2018 - 10:10

Tórshavnar havn hevur havt eina greiða avtalu um bíðirúmið í Nólsoy. Tórshavnar havn bygdi í síni tíð bíðirúmið og gjørdi eina leiguavtalu við Strandferðsluna. Sambært løgtingslóg um fólka- og farmaflutning hevur tað almenna skyldu at veita nøktandi flutningsskyldu, sum eisini umfatar farleiðina millum Nólsoy og Havnina.

Men hóast hetta í mong ár hevur verið eitt vanligt leigumál, so hevur Strandferðslan sagt sáttmálan um bíðirúmið upp og sett nólsoyingar í eina keðiliga støðu.
Men nólsoyingar skulu ikki vera við sviðusoð. Tórshavnar havn tryggjar, at bíðirúmið verður latið upp fyri nólsoyingum, sum ikki skulu kenna sviðan av, at landsstýrismaðurin ikki yvirheldur sínar skyldur.

Men tað prinsipiella í málinum endar ikki her, tí samstundis fara vit undir eina tilgongd at kanna embætisførðsluna hjá landstýrismanninum, serliga um hann yvirheldur sínar skyldur um ábyrgd landsstýrismanna.

Í tí sambandi verður landsstýrismaðurin møguliga kærdur fyri landsstýrismálanevndini.

Bogi Andreassen
formaður í Vinnunevndini