Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunan rindaði - hesaferð

At Eysturkommuna hevur rindað fyri ískoytisútbúgvingina hjá einum starvsfólki merkir ikki, at hon ger tað hvørja ferð, leggur Jóhan Christiansen, borgarstjóri, dent á.

Til samans 11 námsfrøðingar byrjaðu upp á ískoytisútbúgvingina í september í fjør. Í gjár fingu fimm teirra prógvini handað. Restin verður liðug í august.

Útbúgvingin er í trimum modulum, sum hvørt kostar 7.000 krónur – til samans 21.000 krónur.

Men hóast sáttmálin millum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, hinumegin sigur, at arbeiðsgevarin skal rinda fyri eftirútbúgving, so hava bert tveir av teimum 11 námsfrøðingunum fingið útbúgvingina goldna av sínum arbeiðsgevara. Restin mátti í egnan lumma eftir pengunum.

Í øðrum førinum, har arbeiðsplássið var ein dagstovnur í Tórshavnar Kommunu, varð útbúgvingin goldin av skeiðskontuni hjá stovninum. Í hinum førinum rindaði Eysturkommuna fyri ískoytisútbúgvingina hjá einum stovnsleiðara.

At Eysturkommuna játtaði at rinda fyri bachelorútbúgvingina hjá einum starvsfólki, skal tó ikki tulkast soleiðis, at tað verður leisturin, hvørja ferð, ein námsfrøðingur hjá kommununi biður um at fáa ískoytisútbúgvingina goldna. Her er borgarstjórin Jóhan Christiansen púra greiður.

“Vit verða onki jarnbrot hjá Pedagogfelagnum í teirra kravi um, at arbeiðsgevararnir skulu rinda fyri hetta. Vit fingu eina umsókn frá einum av okkara stovnsleiðarum, sum vit hildu tað vera skilagott at játta pengar og tíð til lestrararbeiði til. Men tað er als ongin generellur politikkur hjá okkum”, sigur hann.

Skeiðskonturnar eru so ein annar møguleiki, men tað stendur so lítið á hesum kontum, at hon í flestu førum verður at kalla tømd, um bert eitt starvsfólk á einum stovni skal hava sína ískoytisútbúgving goldna av kontuni. Tí er lítið sannlíkt, at stovnsleiðarar fara at kappast um at bjóða teirra starvsfólkum at taka bachelorútbúgvingina við pengum haðani.

Jóhan Christiansen hevur onga viðmerking til brævið, sum Pedagogfelagið hevur sent til Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF. Í brævinum vísir Pedagogfelagið á sáttmálaásetingina um, at arbeiðsgevararnir skulu rinda fyri eftirútbúgving, og á líkskaparsetningin um at viðgera eins og ikki gera mannamun.