Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunan ger korini ótolandi fyri handilsvinnuna í Havn

“Vit fremja úrslit” stendur at lesa á stórum plakatum á húsaveggjum í høvuðsstaðnum. Sendari er Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum vil verða afturvaldur í býráðið. Uttan iva hevur hann úrslit at vísa á, men tíverri eru royndir okkara við borgarstjóranum beint tær øvutu. Í okkara føri hevur Heðin Mortensen beinleiðis lagt fót fyri virksemi okkara, tí hann hevur virkað fullkomiliga virkislamdur, ella verri, bara líkaglaður.

Bergur Andreasen

stjóri og vinnurekandi í Tórshavnar Kommunu seinastu 22 árini.

Nú kommunuval stendur fyri durum er vert at líta eitt sindur afturá, hvussu kommunustýrini og borgarstjórarnir hava roynst hetta seinasta og undanfarnu valskeið. Her hugsi eg serliga um landsins størstu kommunu, Tórshavnar Kommunu, og politisku og umsitingarligu leiðslu hennara.

Eg ivist ikki í, at borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, aftur hesaferð fær eitt gott kommunuval, hóast eg neyvan verði ein av teimum, sum fari at seta mín kross við hann eftir viðferðina hann hevur givið mær og míni fyritøku.

Vit vita, at Heðin Mortensen er væl umtóktur millum havnarborgarar, men sum vinnulívsmaður havi eg tíverri ikki somu royndir við borgarstjóranum, tí fyri mær stendur hann sum higartil størsti orðloysingur, eg nakrantíð havi verið í hóslag við. Eg skal her koma við nøkrum grundgevingun fyri.

Hóast søgan um kommununnar ringu viðferð at okkum gongur fleiri ár aftur í tíðina, fari eg at byrja við 5. desember 2002, tá ið táverandi nevndarformaður í byggi- og býarskipanarnevndini – Heðin Mortensen – umsíðir skrivaði út byggiloyvi til handilsfyritøku okkara, Sp/f Kaj Andreasen & Co. Harvið fingu vit loksins byggiloyvi eftir umleið hálvtannað árs seinkan, sum longu tá hevði kostað okkum fleiri hundraðtúsund krónur í óneyðugum útreiðslum. Lat tað fara, tí fegin vóru vit, tá ið kommunan við Heðin Mortensen á odda langt um leingi hevði fingið tikið seg saman til at geva okkum byggiloyvi á grundøki okkara, Brekkutún 7 í Hoyvík. Júst í grannalagnum eg eri uppvaksin, og har eg kenni hvønn stein.

Vit keyptu eitt stykki, sum var umleið 1.900 fermetrar, men av tí at kommunan ikki hevði flutt eitt el-torn, sum stóð á grundøkinum, soleiðis sum teir annars lovaðu okkum at gera innan tvey ár, fingu vit í veruleikanum ikki brúkt meira enn 1.300 fermetrar av grundøkinum. Lítið vistu vit tá, hvussu stórt mistak vit gjørdu, tá ið vit lótu okkum lynda við einum munnligum lyfti frá kommununi um at flyta tornið og síðan fáa byggiloyvi til restina, tí seinni vildi ongin í kommununi kennast við hesa tilsøgn. Tíverri tóku vit munnliga lyftið fyri góða vøru, tí í okkara verð er eitt orð eitt orð og ein maður ein maður, men soleiðis var ikki hjá Heðini Mortensen og hinum, sum varaðu av málinum.

Óálítandi borgarstjóri og umsiting hevur kostað okkum milliónir

Eg tori næstan ikki at gera upp, hvussu dýrur Heðin Mortensen og kommunan hava verið fyri okkara fyritøku, men sigi eg, at tað hevur higartil kostað okkum minst tvær milliónir krónur, er tað ikki langt við síðuna av. Haraftrat koma sviði og pína, ið sum kunnugt ikki kunnu gerast upp í krónum og oyrum. Stóra tapi kemur til sjóndar við at rokna óneyðugar leiguútreiðslur í minst hálvtannað ár fyri tveir bústaðir, oyðilagda vinnuútgerð, sum vit ikki hava havt møguleika fyri at seta undir tak, útreiðslur fyri at flyta el-tornið (staðsett sum stríðir ímóti avtaluni), útreiðslur til sakførara, verkfrøðingar, arkitektar og aðrar tænastur, sum høvdu verið óneyðugar, hevði kommunan ikki á ein ógvuliga ódámligan og grovan hátt sett fót fyri okkum sum handilsfyritøku.

Ikki einans er sýtt okkum eitt annars upplagt byggiloyvi, men haraftrat hevur kommunan meinsøkt okkum við bæði at senda politi og egnan løgfrøðing eftir okkum, tí vit høvdu nakrar viðfestisvognar standandi á einum lítlum grasstykki beint við okkara grundøki. Hetta kann bara metast sum beinleiðis jagstran frá kommununi, tí vognarnir vóru ongantíð til ampa fyri nakran. Uttan størri hóvasták fluttu vit vognarnar og søktu kommununa um annaðhvørt at keypa, brúka ella leiga hesar 75 fermetrarnar av grasi, sum teir stóðu á, men tað hevur kommunan sýtt fyri, hóast ongin annar hevur møguleika fyri at fáa nakra nyttu burtur úr stykkinum.

Vit halda, at kommunan hevur hildið okkum fyri tað turra spott og vita satt at siga ikki, hví vit sum ein av elstu handilsfyritøkunum í Tórshavnar kommunu skulu vera viðfarin soleiðis av Heðini Mortensen og hansara maktsjúku leiðsluumsiting í kommununi. Vit eru bæði góðir og lóglýdnir borgarar og so avgjørt ikki nakrir kverulantar. Tað einasta vit vilja, er at reka okkara fyritøka á fullgóðan hátt og at sleppa at brúka tað grundøkið, ið vit keyptu og sostatt eiga, og sum vit fingu játtan frá kommununi at byggja á.

Fyri at koma víðari og fáa byggiloyvi til tað, sum manglar at fáa bygt, hava vit enntá bjóðað okkum til bæði at byggja og rinda fyri at tryggja bergið undir Vegnum Langa, sum bygningur okkara stendur niðan ímóti. Hetta er, sambært óheftum serfrøðingum ein íløga, sum er púra burturvið, tí føst hella er undir vegnum og lendi er óbroytt tey seinastu 10 árini. Tískil eru hesi krøv frá Tórshavnar Kommunu fullkomiliga órímilig og óneyðug. Løgið nokk hevur kommunan sera stórt fokus á hesar 50 metrarnar sum skulu tryggjast á okkara grundøki, men viðvíkjandi hinum 500 metrunum á somu síðu fram við Vegnum Langa, vendir kommunan tað blinda eygað til. Hví kommunan soleiðis ger mismun, kann enn einaferð ikki tulkast øðrvísi enn beinleiðis jagstran.

Ferð eftir ferð hava vit verið á fundi við kommununa, har Heðin Mortensen hevur verið við fleiri ferðir – men higartil hava vit bara fingið ein slutur fyri ein slatur og eru ikki komin eitt petti víðari, enn vit vóru fyri 10 árum síðani. Skulu vit vera bakklók, høvdu vit fyri langari tíð síðani stevnt kommununi fyri at meinsøkja okkara virksemi, men tíverri er stórur partur av málinum fyrnað. Tí er spurningurin, um tað nú nyttar okkum tað stóra at dragsa kommununa í rættin, sum hon av røttum átti at verið, ella um hetta ikki bara verður ein eyka steinur oman á byrðu við útreiðslum.

 Ein vinnufíggindalig kommuna

Tá eg nevni eina upphædd upp á minst tvær milliónir krónur, sum kommunan longu hevur kostað okkum (hetta hevur verið nær við at kappa høvdið av okkum og hevði ivaleyst tikið lívið av mangari fyritøku) og helst fer at kosta okkum uppaftur meira, so havi eg ikki roknað møguliga sølu til kommununa uppí. Eftir øllum at døma enn ein hevnd frá kommununi fyri, at vit fyrst fyri hálvumtriðja og síðani tveimum ári síðani vóru í Dimmalætting (11/5-2010 og 2/11-2010) og kærdu okkara neyð um órættvísu viðferðina frá Heðini Mortensen og hansara býarmyndugleikum. Síðani eru bíleggingarnar og fyrispurningar frá kommununi fækkaðar niður í onki, hóast okkara fjølbroytta og kappingaføra vøruúrval á hesum øki kann nøkta ein stóran part av tørvinum hjá kommununi.

Fyri at venda aftur til tað, sum eg byrjaði við, so er møguligt, at Heðin Mortensen sum borgarstjóri hevur verið góður fyri nógvar havnarborgarar, men fyri okkum sum vinnufyritøku hevur hann borið seg sera óvirðiliga at. Í áðurnevdu umtalu í Dimmalætting í 2010 lovaði Heðin Mortensen enn einaferð at fáa loyst málið, tí eg gjørdi vart við, at vit sum ein av elstu handilsfyritøkum vóru noydd at flyta ein part av virkseminum úr Tórshavnar kommunu til Sunda kommunu, har vit hava útvegað okkum eitt øki. Men sum so mangan áður breyt borgarstjórin eisini tað lyftið.

Samanborið við vánaligu viðferðina hjá Heðini Mortensen og Tórshavnar kommunu, tók tað ikki meira enn 14 dagar hjá Sunda kommunu at avgreiða málið. Hetta eru vit sera takksom fyri. Vit vóru somuleiðis noydd at royna aðra kommunu fyri 12 árum síðan – Kirkjubøar kommunu – hetta tók eins og hjá Sunda Kommuna bara 14 dagar at avgreiða og loysa.

Eg kann í hesum sambandi gera vart við, at eg gjørdi mær tann ómak at fara til allar grannarnar at spyrja, um teir høvdu nakað ímóti okkara byggiætlan, men tað hevði ongin teirra. Allir skrivaðu undir. Heldur ikki henda váttanin frá grannunum rein eftir øllum at døma við Heðin Mortensen og Tórshavnar kommunu.

Í hesi frágreiðingini havi eg so at siga bara gjørt vart við tann eina trupulleikan við kommununi, nevniliga vantandi byggiloyvið og tær mongu óneyðugu útreiðslurnar. Trúgvið tí ella ei, men vit hava í veruleikanum trý onnur mál, sum Heðin Mortensen og kommunan framvegis bøla omaná. Annað málið er frá september 2009, tá ið vit hava søkt um at sleppa at keypa eitt øki frá Tórshavnar kommunu, sum kommunan fyri hálvumøðrum ári síðani hevur samtykt at selja, men eftir øllum at døma ikki finnur út av at avgreiða. Eitt triðja mál er frá september í 2008, tá ið vit hava biðið kommununa finna okkum eitt hóskandi øki til annað slag av virksemi. Somuleiðis uttan úrslit. Og tað fjórða málið, sum er frá januar 2008, sum kommunan heldur ikki hevur havt vilja ella evni til at loysa, er ein partur av okkara núverandi goymslu. Her hevur kommunan givið okkum boð um at flyta, men uttan at vísa okkum á nakra ítøkiliga loysn. Ein freistast til at hugsa, at eisini hetta er partur av jagstrani frá kommununi móti okkum.

Tápulig roynd at vísa vøddar

Eg vil enn einaferð staðiliga heita á bæði politikarar og umsitingina í Tórshavnar kommunu um at gevast við at mala í ring, men í staðin at fara til arbeiðis heldur enn at virka sum forðing fyri okkum vinnulívsfólk. Fáið loyst tey málini, sum liggja í súltukrukkuni hjá kommununi. Vísið ikki bara í orðum, at “Vit fremja úrslit”, men at tit í verki liva upp til býráðssamtyktina frá 18. mars 2010 um at føroyski høvuðsstaðurin skal vera ein vakstrardepil í Norðuratlantshavi. Annars enda bæði samtyktin og slagorðini hjá Heðini Mortensen her undan kommunuvalinum sum Føroya størsta joke.

Tað er ógvuliga harmiligt, at tey góðu embætisfólkini og annars góði umsitingarsiður í Tórshavnar kommunu nú er burtur. Vit sóknast eftir sakligari málsviðgerð, sum gevur okkum vinnulívsfólkum møguleika fyri at reka okkara virksemi uttan óneyðugar og hugstoytandi forðingar. At kommunan er ein viðspælari og ikki ein mótspælari, sum hon er í dag. Í øðrum lagi sóknast vit eftir einum landsmyndugleika, sum kann taka um endan, tá ið vit sum borgarar og vinnufyritøkur eru fyri so stórum órætti, sum vit hava verið frá Tórshavnar kommunu. Vit hava kært til Løgtingsins Umboðsmann, sum tíverri vísti málinum frá sær orsakað av væntandi heimild.

Ístaðin fyri at loysa málið, hevur Tórshavnar Kommuna – eftir øllum at døma í eini hugstoytandi roynd at vísa vøddar – lagt egnar ætlanir fyri okkara grundøki, ið stríður ímóti okkara byggiætlan fyri grundøki, og sum hevur kostað skattgjaldaranum í kommununi meira enn eina hálva millión krónur í projekteringstkostnaði. Hetta stendur í skerandi andsøgn til áðurnevndu býráðssamtykt um at gera høvuðsstaðarkommununa til vakstrardepil.

Tey flestu halda ivaleyst, at tað er Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum heldur dirigentstokkinum í Tórshavnar kommunu. Men soleiðis hevur ið hvussu er ikki verið í okkara føri, einans! Her er tað ein sera afturhaldssinnað umsiting, sum situr væl og virðiliga á valdinum í kommununi. Okkara stóra vónbrot er, hvussu eisini onnur fólkavald í kommununi hava sovið á málinum. Óteljandi ferðir hava vit bæði munnliga og skrivliga heitt á aðrar býráðslimir um at hjálpa okkum, uttan at hesir so frægt sum hava hirt at svara okkum aftur. Og alla tíðina hevur borgarstjórin verið ein partur av málinum. Eisini fleiri ár frammanundan hann gjørdist borgarstjóri. Hvar er visjónin hjá tykkum fólkavaldu, sum tit hava skrivað undir? Umframt at hetta er skaðiligt fyri okkum vinnulívsfók, er tað stór skomm fyri kommununa.

Eg vil fegin leggja dent á, at tað ikki var ætlanin at fara í fjølmiðlarnar við hesi kæruni, men hetta er at kalla okkara síðsti útvegur av tí, at onki annað higartil hevur hjálpt. Tí vil eg siga við teg Heðin Mortensen, borgarstjóra, tykkum aðrar býráðspolitikarar og starvsfólk við ábyrgd í umsitingini: Um nakað er í orðum tykkara um at gera tað liviligt fyri vinnuligt virksemi í Tórshavnar kommunu, so vísið tað í verki!

Í eini roynd at koma víðari rætta vit enn einaferð hondina út fyri at finna eina loysn, her vit bara krevja okkara rætt til at sleppa at byggja. Hetta lyftið gav kommunan fyri mongum árum síðani, men hevur higartil noktað okkum at fremja hesar ætlanir. Eisini heita vit staðiliga á tykkum í kommununi um at fáa loyst øll hini málini, sum tit framvegis bøla omaná.

So góði Heðin Mortensen, tak teg saman og ger eisini orðini “Vit fremja úrslit” til veruleika fyri vinnuna. Sum handilsfyritøka orka vit ikki meira, at tú sum oddamaður fyri kommunala myndugleikan í høvuðsstaðnum leggur okkum fótonglar í vegin fyri at reka okkara lógliga, vinnuliga virksemi!

Vónandi frætta vit aftur frá tykkum, har tit koma við uppskoti um eina loysn, sum vit kunnu brúka, og sum kann vera við til at skapa vøksur og trivnað í landsins størstu kommunu. Annars endar tykkara samtykt um at gera Tórshavn til vakstrardepil í Norðuratlansthavi sum -áður nevnt- sum Føroya størsta politiska joke!