Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunan er á tryggari og mennandi kós, Finnbogi Arge

Finnbogi Arge skrivar grein í fjølmiðlunum, har hann pástendur, at vit nú taka 60 mió krónur meira inn árliga frá borgarunum, enn um skattaprosentið var óbroytt síðani 2004. Haraftrat er skuldin heilt vaksin okkum yvir høvdið, sigur hann.

Tað er onki nýtt í hesum pástandum. Finnbogi Arge staðfestir tað sama, sum andstøðan hevur meylað um í langa tíð, at í 2004 var kommunuskatturin í Tórshavn 18,75%. Tvey ár seinni hækkaði skatturin við einum prosentstigi til 19,75. Har stóð prosentið fast í 4 ár, men í 2010 hækkaði skatturin so aftur upp til 20,75%.

Niðurstøða hansara verður tí, at Tórshavnar Kommuna nú tekur umleið 60 mió meira inn árliga frá borgarunum enn gjørt hevði verið, um skattaprosentið var óbroytt.

Veruleikin, sum Finnbogi Arge heilt vist kennir, er, at fyrsta prosentið kom, tí kommunan yvirtók útreiðslur frá tí almenna á barnaverndarøkinum, bókasavnsøkinum og eldraøkinum = 1,1%. Skattaprosentið hækkaði tó bert 1 %. Hetta var gjørt sambært eini avtalu millum landsstýrið og kommufeløgini, landið skuldi samstundis lækka landsskattin við 1 %.

Næsta prosentið kom fyri Boðanesheimið og verður sambært avtalu lækkað aftur í 2013, partvíst sum skattalætti, partvíst sum ein hækking av barnafrádráttinum. So her eru allar avtalur hildnar. Lækkingin av skattinum kemur øllum borgarum til góða, meðan hækkingin í barnafrádráttinum kemur teimum hart trongdu barnafamiljunum til góða.

Harnæst er tað ikki rætt, at skuldin við árslok verður 226 mió kr., men 145 mió kr. Orsøkin er m.a., at býráðið hevur samtykt eitt lán uppá 50 mió kr, sum ikki hevur verið neyðugt at taka. Skuldin verður støðugt niðurgoldin.

Broytingarnar verða, sum eg fleiri ferðir havi víst á, gjørdar fyri at lætta um gerandisdagin hjá støkum uppihaldarum og barnafamiljum. Aðrir borgarar verða ikki við sviðusoð, tí generelli skatturin lækkar eisini.

Kommunan hevur hesi 8 árini Finnbogi Arge nevnir, við Javnaraðflokkinum á odda, gjørt nógvar, bæði neyðugar og tiltrongdar, íløgur: Vit hava bygt tveir skúlar fyri tilsamans 400 mió kr., vit hava bygt Fimi, Tórsbreyt, fleiri vallir, stuðlað og bøtt um hallir og bøtt um Tórsvøll, vit hava útbygt dagstovnaøkið, veganetið og eru komin væl áleiðis við spillvatnsætlanini í allari kommununi, vit hava bygt sambýli og røktarheim, byggibúgvið bústaðar- og vinnuøki og bøtt um fleiri týðandi tænastur í kommununi.

Alt sum bygt er, er bygt við føroyskari arbeiðsmegi, ráðgevingin hevur verið føroysk, og føroyskir arkitektar hava staðið fyri øllum tí sum skapt er. Hetta hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri trivnaðin og inntøkugrundarlagið í kommununi, men eins týðandi hevur hetta havt ómetaliga stóran týdning fyri førleikamenningina í samfelagnum.

Úrslitini tala fyri seg, og eru ikki tóm vællyfti sum barnakjekkar og hækkaður botnfrádráttur, sum bert Føroya løgting kann avgera.

So Finnbogi Arge, kommunan er ikki á vandakós. Tvørturímóti hevur kommunan hesi seinastu 8 árini verið á sunnari og mennandi kós, sum vónandi sleppur at halda áfram.

Heðin Mortensen, borgarstjóri