Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunan eigur 65 mió kr til góðar

Jógvan Arge, býráðslimur og valevni á Lista E:

Tórshavnar kommuna hevur so nógvan pening tøkan ella útistandandi, at hon eigur meira, enn hon skyldar. Nettoáognin er 65 mió kr, vísir eitt yvirlit hjá Fíggjarmálaráðnum.

Serliga minnilutin í býráðnum roynir at mála eina mynd av eini kommunu á vandakós. Veruleikin er tó, at Tórshavnar kommuna er sera væl fyri.

Sambært yvirlitinum hevði kommunan 154 mió. kr. í langfreistaðari skuld. Hetta er lántøka tikin í sambandi við, at skúlarnir við Løgmannabreyt og á Argjahamri vórðu bygdir í ringastu krepputíð í valskeiðnum. Henda skuldin minkar í hvørjum.

Kommunan hevði eisini 49 mió kr í stuttfreistaðari skuld. Við langfreistaðari og stuttfreistaðari skuld tilsamans var skuldin 202 mió. kr., men soleiðis kann roknistykkið ikki lesast aleina, tí ognirnar skulu eisini við.

Tøki peningurin hjá Tórshavnar kommunu var 112 mió. kr., og goymslur og áogn vóru 156 mió kr. Hetta gevur tilsamans 268 mió kr. Gera vit so upp, hvussu kommunan er fyri við skuld og ogn, er úrslitið ein nettoáogn á 65 mió kr.

Sjálvandi er sera umráðandi ikki at skuldarbinda kommununa fyrilitaleyst, og vandi er heldur ikki á ferð við verandi skuld. Hon er langt frá álíkningini á 613 mió kr, sum Tórshavnar kommuna kann skylda.

Uppgerðin hjá Fíggjarmálaráðnum, ið er grundað á roknskapin 2011, sigur enntá, at í øðrum kommunum svarar kommunuskuldin til 20.000 kr pr. borgara. Tórshavnar kommuna eigur í so máta pengar á, sum svara til 3.000 kr fyri hvønn borgara.

Fólkafloksmenn og sambandsmenn, sum bara tosa um roknskap og kassar, eiga eisini at hava í huga, at Tórshavnar kommuna hevur ført fyrimyndarliga góðan búskaparpolitikk, síðan heimurin og landið komu í kreppu í 2008.

Vanlig búskaparteori sigur, at er búskapurin slakur, tí privata virksemið er minkandi, eigur tað almenna at spaða til við íløgum, sum halda virkseminum uppi. Hetta gjørdi kommunan við m.a. skúlabyggingunum og Boðanesheiminum.

Í Tjóðveldi siga vit, at vit byggja land og bý í Tórshavnar kommunu. Hetta siga vit, tí vit halda, at øll framtøk í Tórshavnar kommunu tæna øllum landinum. Er ongin sterkur høvuðsstaður, viknar landið, og framtíðarútlitini sum heild versna.

Vit ætla at halda fram at stýra kommununi forsvarliga og útbyggja hana. Ein partur av okkara setningi verður at skunda undir løgtingið at seta ferð á Marknagilsdepilin, áðrenn tunnilsøði aftur tekur seg upp á tingi.

X við E