Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunalir stovnar opið hús ruddingardagin

Í Umhvørvisvikuni verður bjóðað til opið hús á hesum støðum:

Kommunala brennistøðin: Mánadag, týsdag og mikudag, kl. 13.00 og 15.00, rundvísing frá Endurnýtsluni og niðan í Tinghúsið á Hjalla. Steðgað verður við brennistøðina og á Jarnplássinum, tekur umleið ein tíma.

Boðanesheimið: Mikudagin, kl. 11.00, 13.00 og 15.00, rundvísing og síðani frágreiðing um sjóvarhita á uppvørpu saman við einum drekkamunni og saft til børnini, tekur umleið ein tíma.

Vatnverkið í Villingardali: Mánadag, týsdag og mikudag, kl. 13.00-15.00, rundvísing og frágreiðing um Vatnverkið, tekur umleið ein tíma.

Vindmyllurnar í Nólsoy: Fríggjadagin, út við ferjuni kl. 16.20 úr Tórshavn, gongutúrur til vindmylluna og frágreiðing um verkætlanina o.a., ferjan fer avstað aftur úr Nólsoy kl. 18.20.

Tilmelding til opið hús á uv@torshavn.fo, viðmerk hvar, hvønn dag og hvat klokkan tit ynskja at vitja, og hvussu nógv tit eru. Seinasta freist at melda seg til opið hús er 1. mai.