Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunali búskapurin er ikki trupulleikin

Løgmaður, síðani landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og nú seinast forkvinnan í fíggjarnevndini hava boðað frá, at nú er ætlanin at gera felags íløgu- og møguliga eisini rakstrarkarm fyri land og kommunur. Hesi boðskapurin verður borin inn í hvørja stovu í Føroyum, hóast hvørki Kommunufelagið ella einstøku kommunurnar eru kunnaðar nærri um hetta.

Í fjølmiðlunum hava umboð fyri sitandi samgongu áhaldandi hildið uppá, at nú mugu bond leggjast á kommunala búskapin. Loft skal aftur setast á kommunalu íløgurnar, og helst skal loft eisini setast á kommunalu rakstrarútreiðslurnar.

Hóast hetta áhaldandi er frammi í miðlunum, so hevur als einki samskifti verið við kommunurnar um málið. Hetta er sera undrunarvert, havandi í huga, at tað fyrst og fremst er leikluturin hjá kommununum, sum verður settur í eitt ivasamt ljós – m.a. skrivar løgmaður í tíðargrein, at “tað munar lítið, um landið heldur aftur, meðan virksemið hjá kommunum um landið veksur alsamt.”

Sjálvsagt eru vit samd í, at tað út frá einum búskaparligum sjónarmiði er skynsamt, at almennu íløgurnar er rímiliga støðugar – og at almenni geirin ikki eigur at skunda undir, at vit fáa ov stór sveiggj í búskapinum. Men eftir okkara tykki skuldi landsstýrið byrja við at hugt eftir egnum raðfestingum, áðrenn kanónirnar verða vendar ímóti kommununum.

Lógarfestar kommunalar uppgávur
Seinastu árini eru tungar vælferðaruppgávur lagdar kommununum. Talan er um dagstovnaøkið, partar av skúlaøkinum og nú eisini eldraøkið, umframt at kommunurnar í stóran mun skulu skapa umstøður fyri vinnu og trivnaði.  Tilsamans er talan um íløgu – og rakstrartung øki.

Harumframt verða strong krøv við tíðarfreistum sett kommununum viðv. renovatión, vatnveiting og spillivatni. Hetta eru lógarfestar uppgávur, sum kommunurnar ikki uttan víðari kunna niðurraðfesta.

Kommunurnar raðfesta í dag hópin av íløgum, sum eru neyðugar og lógarásettar.

Er ætlanin, at kommunurnar skulu skerjast í mun til teirra fíggjarliga frælsi, merkir hetta eisini, at kommunurnar mugu lækka kommunala tænastustøðið, og hetta fer fyrst og fremst at raka trivnaðin hjá borgarunum.

Kommunali búskapurin er reguleraður 
Kommunurnar virka dag og dagliga við nógvum ymsum avmarkingum. Kommunurnar hava ikki heimild at spara upp pening, og hinvegin hava kommunurnar heldur ikki heimild at skylda meira enn eina álíkning. Hesar avmarkingar tryggja, at kommunurnar ikki kunnu koma sær í fíggjarlig óføri, sum vit upplivdi síðst í 80-árunum og fyrst í 90-árunum, men hetta merkir samstundis eisini, at kommunali búskapurin í stóran mun er bundin at góðum og minni góðum tíðum. T.v.s. at størri íløgur kunnu gerast í góðum tíðum og smærri íløgur í ringum tíðum, men hetta er einfalt tí, at skipanin leggur upp til tað.

Landsins myndugleikar hava hinvegin í ríkiligt mát møguleikan fyri at leggja pening til síðis í góðum tíðum og at gera íløgur í verri tíðum. Men tað krevur sjálvsagt politiskt dirvi at halda aftur, tá ið tað gongur væl.

Landsins íløgur fara at tyngja nógv  
Sambært frágreiðingini frá Búskaparráðnum í fjør heyst er tað fyrst og fremst landskassin, ið eigur trupulleikan. Sambært íløguætlanini hjá landinum verða íløgurnar vaksandi fram til 2018, tá ið tær verða 730 mió. kr., fyri síðani at minka niður um 250 mió. kr. í 2022. Hetta mugu sigast at vera sveiggj, sum vilja nakað. Íløgurnar hjá kommununum fara hinvegin at vera rættiliga støðugar øll hesi árini, uml. 300 til 400 mió. kr. – hóast kommunurnar hava yvirtikið stór málsøki frá landinum. Landið kann ikki krevja, at kommunurnar lækka íløgur og rakstur, samstundis sum at tær yvirtaka tyngstu økini. Hetta er at blása og hava mjøl í munninum.

Eitt mál millum kommununa og borgaran
Kommunalu fíggjarviðurskiftini – og tær raðfestingar, ið einstaka kommunustýrið ger – er fyrst og fremst eitt mál millum kommununa og hennara borgarar. Hetta er fólkaræði á staðnum og hesa fólkaræðisligu skipan eigur landsstýrið at virða. 

Raðfestingarnar í kommununum skulu ikki lagast eftir einum rokniarki í Fíggjarmálaráðnum, men hinvegin vera í samsvari við ynski borgarans. Hetta er ein avgerandi fyritreyt fyri menning kring alt landið.
Vegna 

Kommunufelagið

Heðin Mortensen
Formaður