Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Niels á Reynatúgvu, næstformaður í Starvsmannafelagnum

Kommunal starvsfólk fyri vanbýti

Munur verður gjørdur á starvsfólkum hjá landinum og kommununum, tá ið tey ikki sleppa til arbeiðis fyri veður. Kommunal starvsfólk vera trekt í løn. Tað verða tey hjá landinum ikki. Hesin mismunur má steðgast
 
Á okkara harðbalnu oyggjum er ofta ófýsligt at fara til arbeiðis ein vetrarmorgun. Tað kemur meir enn so fyri, at fólk mugu setast aftur, og Strandferðslan avlýsir bæði bussar og skip.
 
Tey, sum arbeiða eftir sáttmálanum hjá landinum kunnu tá, um alt alment ferðasamband er sliti orsaka av veðri, fáa goldna fráveru fyri dagin. Hendan regla er sett í gildi 6. mars í 1992.
 
Tað serliga við hesi reglu er, at talan ikki er um sáttmálarættindi. Landsstýrið hevur av sínum eintingum sett regluna í gildi við eini vegleiðing.
 
Sama regla er ikki galdandi fyri tey, sum arbeiða hjá kommununum. Har er eingin felags orðing um fráveru vegna ringt veður og mær kunnugt er tað ikki nøkur kommuna, sum praktiserar sum landið.
 
So um ein kommunalt settur ikki møtir til arbeiðis vegna ringt veður, so skal viðkomandi sjálvur gjalda fyri fráveruna. Hettar kann gerast við at skráseta dagin sum frítíð, ella við at trekkja dagin frá í lønini.
 
Starvsmannafelagið hevur havt hettar frammi til sáttmálasamráðingar, og hava vit eisini aftaná tað sent Kommunala Arbeiðsgevartafelagnum, KAF, fyrispurning um málið. Men har er einki komið burturúr.
 
At somu sømdir ikki eru galdandi á øllum tí almenna arbeiðsmarknaðinum er ov vánaligt. Sjálvandi skulu fólk hava dagin afturgoldnan, um tað er teimum ógjørligt at møta til arbeiðis vegna ringt veður. Tað kann ikki vera ynskiligt hjá arbeiðsgevaranum, at starvsfólk taka óráð fyri, og fara frá húsum tá øll almenn ferðsla er avlýst.
 
Starvsmannafelagið fer at streingja á fyri at hesar sømdir vera galdandi fyri allar okkara limir á almenna arbeiðsmarknaðinum.Tá landið sum arbeiðsgevarin hevur sett regluna í gildi av sínum eintingum, átti KAF at gjørt tað sama fyri kommunurnar.
 
Kommunuval verður 8. november og veturin er í hondum, har vandi er fyri, at fólk ikki sleppa til arbeiðis fyri veður.
 
Eg farið tí staðiliga at heita á tykkum, sum bjóða seg fram at stýra kommununum, at gera nakað við hetta málið, so at steðgur verður settur fyri tí mismuni, sum í dag verður framdur móti starvsfólkunum hjá tí almenna.
 
Niels á Reynatúgvu, næstformaður í Starvsmannafelagnum