Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Komið í jólahýri

Føroya Symfoniorkestur skapar karmarnar.

Fyri fimtu ferð verður jóla- og familjukonsert hildin í Høllini á Hálsi leygardagin 10. desember klokkan 1600.

Luttakandi: Føroya Symfoniorkestur og stórt barnakór, við børnum úr ymsum skúlum í samstarvi við Føroya Sanglærarafelag.

Her er møguleikin hjá allari familjuni eins og øðrum eina løtu at hvíla seg frá jólastákan og gávukeypi, tí longu nú eru nógv fólk komin eftir, at henda konsertin við symfoniorkestri og stórum barnakóri er ein ómissandi partur av jólahaldinum. Í ár er verður framførd vakra søgan Veiða Vind eftir Rakel Helmsdal, sum Kári Bæk hevur sett tónleik til og Janus í Húsagarði hevur myndprýtt.

Frásøgumaður verður sjónleikarin Anfinnur Heinesen. Hetta verkið varð framført fyri skúla- og barnagarðsbørnum í apríl í ár – 12 framførslur – og fyri hetta tiltak varð FSO heiðrað av Tórshavnar Býráð við heiðursløn M. A. Jacobsens. Eftir umbøn frá fleiri verður henda framførslan nú endurtikin, so eisini vaksin og foreldur hava høvið at hoyra og síggja hetta verk.

Umframt tað verða spæld jólaløg og filmtónleikur, og saman við stóra barnakórinum verða jólasangir sungnir eins og onkur felagssangur.** Í orkestrinum fáa nógvir ungir næmingar úr Miðnámi frá Tórshavnar Musikkskúla, og aðrir gávaðir næmingar høvið til – summir fyri fyrstu ferð – at luttaka í einum stórum orkestri, og satt at siga, so verður hetta tað størsta orkestrið higartil. So her verður almikið fyri ein og hvønn.

Kostnaður 75 krónur fyri hvønn. Atgongumerki fáast á netinum frá Norðurlandahúsinum og við dyrnar.