Komandi tíðina í Tórsgøtu
Skráin er á tremur við tiltøkum og tónleiki komandi tíðina í Tórsgøtu.
Vit hátíðarhalda, at skúlarnir nú skjótt fáa summarfrí við seturscafé í Perluni.
Pallurin í Reinsarínum er aftur opin fyri øllum teimum, ið hava hug at framføra, og summartónar ljóma í Auluni í Finsen. Fróði Hansen hevur útgávukonsert, og eingin annar enn sonur Johnny Cash og June Carter framførir í Reinsarínum.