Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kom til Opið hús hjá Krabbameinsfelagnum

Hósdagin tann 15 juni hevur Krabbameinsfelagið Opið hús. Opið hús er eitt nýtt tilboð, ætla fólkið, sum hava ella hava havt krabbameini.

Opið hús,verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn, frá kl 13.00 -15.00.

 Høvi verður at støkka inn á gólvið, og fáa ein drekkamunn, eitt prát við onnur í somu støðu ella við starvsfólk á felagnum um tørvur er á tí.

 Ætlanin er at Opið hús skal verða eitt afturvendandi tiltak.

 At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at tosa við onnur og seta orð á og deila ymiskar upplivingar. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiðu á kenslum og tonkum. Lívsmótið og lívsgóðskan gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar verða lættari.