Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kom til hugnaløtu hjá Lip- og lymfødembólkinum

Hevur tú lipødem ella lymfødem? Mikukvøldið 30. oktober verður hugnaløta hjá Lip- og lymfødembólkinum hjá Krabbameinsfelagnum. Malene Iversen, fysioterapeutur við sergrein í lip- og lymfødem, ið starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, kemur at greiða frá um lip- og lymfødem og um viðgerð av hesum. 

Kom til hugnaløtu hjá Lip- og lymfødembólkinum      
Hevur tú lipødem ella lymfødem? Mikukvøldið 30. oktober verður hugnaløta hjá Lip- og lymfødembólkinum hjá Krabbameinsfelagnum. Malene Iversen, fysioterapeutur við sergrein í lip- og lymfødem, ið starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, kemur at greiða frá um lip- og lymfødem og um viðgerð av hesum. Eisini koma Anne Lisa Davidsen og Eyðbjørg Djurhuus at siga frá eini Workshop hjá DALYFO (Dansk Lymfødem Forening) tær hava verið á. So kom og fá tær ein drekkamunn og hugna tær saman við okkum hetta kvøldið.
 
Hugnaløtan verður mikukvøldið 30. oktober 2019 kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegnum 58 í Havn.
 
Vinaliga boða frá luttøku á kmf@krabbamein.fo ella á telefon 317959, innan mánadagin 28. oktober kl. 12.00, so vit vita hvussu nógv vit skulu gera drekkamunn til.