Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hevur tú lipødem ella lymfødem? Hóskvøldið 8. februar verður hugnaløta hjá Lip- og lymfødembólkinum hjá Krabbameinsfelagnum. Við til løtuna verður Eliesar Olsen, ið kemur at siga eitt sindur um nýggjastu vitan og viðgerð innan lip- og lymfødem.

Kom til hugnaløtu hjá Lip- og lymfødembólkinum

Dan Klein --- 03.02.2018 - 10:20

Hevur tú lipødem ella lymfødem? Hóskvøldið 8. februar verður hugnaløta hjá Lip- og lymfødembólkinum hjá Krabbameinsfelagnum. 

Við til løtuna verður Eliesar Olsen, serlækni, ið kemur at siga eitt sindur um nýggjastu vitan og viðgerð innan lip- og lymfødem. Eisini verður okkurt til matna og ein drekkamunnur á skránni.
 
Hugnaløtan verður hósdagin 8. februar kl. 18.30 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum 58 í Havn.
 
Vinaliga boða frá luttøku á kmf@krabbamein.fo ella á telefon 317959, innan mikudagin 7. februar kl. 12.00, so vit vita hvussu nógv vit skulu gera drekkamunn til.
 
Vinaliga
 
Eyðbjørg Djurhuus, forkvinna í Lip- og lymfødembólkinum