Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kom sjálvur við knívinum á Tinghúsvøllin

Í gjárkvøldið var ein 49 ára gamal maður funnin deyður á Tinghúsvøllinum við einum knívi í bringuni. Nógvar gitingar hava verið, og løgreglan arbeiðir við teirri fatan, at maðurin kann hava tikið seg sjálvan av døgum.

Onnur siga, at maðurin plagdi at hótta við sjálvmorði, men at hann ikki var ein persónur, sum kundi funnið uppá at gjørt tað kortini.

Nú upplýsa keldur, sum standa tí deyða nær, at hann var heima hjá unnustuni, og har tók hann sjálvur knívin við sær í býin. Við hetta høvi hevur hann so aftur hótt við at gera av við seg sjálvan, og eisini tosað um, at hetta skuldi gerast á Tinghúsvøllinum.

Spurningurin er so um nakar hevur hjálpt manninum at føra knívin.

Tað hevur hinvegin skelkað, at maðurin hevur tosað um at stungið seg sjálvan í bringuna, og eisini hvar hann skuldi stinga. Tað setir støðuna í heilt annað ljós, at maðurin sjálvur kom við knívinum á Tinghúsvøllin.