Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá krabbamein rakar broytist gerandisdagurin, og tey avvarðandi skulu taka støðu til nógv nýggj viðurskifti, bæði praktisk og kenslulig. Mitt í sorgini og stúranini skal makin hjá tí sjúka bæði hjálpa, ugga og fáa gerandisdagin at virka sum best.

Kom og luttak í samtalubólki hjá Krabbameinsfelagnum

 Bólkur 1:“ Fyri teg, sum ert sjúk/sjúkur av krabbameini” byrjar 18. september.

At vera sjúk/ur og fáa viðgerð fyri krabbamein kann vera sera tyngjandi og ávirka alla tilveruna. Viðgerðin hevur ofta hjáárin við sær. Sálarliga kann tað eisini vera torført. Tú óttast, hvussu alt fer at ganga, um viðgerðin fer at hjálpa o.s.fr. Hetta eru sera vanligir spurningar.

At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur og seta orð á og deila ymiskar upplivingar. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiðu á tí, sum bylgist innaní av kenslum og tonkum. Lívsmótið og lívsgóðskan gerst ofta størri, soleiðis at dagligu avbjóðingarnar gerast lættari.

Bólkur 2:“Fyri teg, sum hevur ein maka, sum er sjúk/ur av krabbameini” byrjar 25.september

Í slíkari støðu hevur tað stóran týdning at fáa stuðul.

At hitta fólk í somu støðu í einum umhvørvi, har tað í trúnaði er í lagi at seta orð á sínar kenslur, tankar og fáa stuðul at loysa ymsar trupulleikar, gevur orku og styrkir tann avvarðandi at halda áfram at stuðla tí sjúka.

Bólkur 3:”Fyri teg, sum hevur mist makan, orsakað av krabbameini” byrjar 9. oktober

Tað kann vera sera trupult at koma gjøgnum sorgina, tá ein missir makan av eirindaleysari sjúku. At hitta onnur í somu støðu kann lætta um tunga, torføra og stundum einsama stríðið gjøgnum sorgina.

Endamálið við slíkum bólki, er at geva hvørjum einstøkum møguleika í trúnaði, at seta orð á og viðgera tær kenslur, tankar og trupulleikar, sum missurin av makanum gevur, og gjøgnum samtalur við onnur í líknandi støðu, koma styrkt/ur víðari í lívinum.

Til at skipa fyri og leiða bólkarnar eru sjúkrarøktarfrøðingar frá Krabbameinsfelagnum, sum hava terapeutiska eftirútbúgving, og hava drúgvar royndir innan krabbameinsøkið og at arbeiða við fólki, sum eru í sorg og kreppu.

Allir bólkar møtast fyrstu ferð ásettu dagarnar á Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58 í Tórshavn.