Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kom og gakk - Gongu½maraton 3. juni í 2018

Dan Klein --- 08.03.2018 - 08:22

Saman við Tórshavn Marathon skipar Krabbameinsfelagið fyri gongu½maraton 3. juni 2018. Gang eitt ½ maraton og stuðla Krabbameinsfelagnum.

Gongu½maraton 3. juni 2018
Fyri 16. ferð verður skipað fyri Tórshavn marathon. Í ár, eins og trý tey undanfarnu árini, ber til at ganga ½ maraton. Tað verður gjørt í samstarvi við Krabbameinsfelagið.
 
Seinastu trý árini hevur verið fullteknað, so bíða ikki ov leingi at tekna teg. Tekna tú teg í síðsta lagi 1. apríl, so er kostnaðurin 300 kr. og av teimum fara 100 kr beinleiðis til Krabbameinsfelagið. Eftir tað hækkar kostnaðurin.
 
TILMELDING: https://app.lap.io/event/2018-torshavn-marathon

Tilmelding
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 31. mai kl. 18.00
 
Okkum tørvar vaktir
Um tú ikki orkar at ganga og tó ynskir at stuðla Krabbameinsfelagnum ber eisini til at standa vakt. Eitt stórt tiltak sum Tórshavn Marathon hevur tørv á nógvum vaktum. Er hetta nakað fyri teg ber til at lesa meira og tekna teg til at standa vakt fyri okkum her:
https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/582268/order/info
 
Kostnaður fyri tiltakið er:
Tekningarkostnaðurin fyri at ganga ½ maraton er tann sami sum fyri at renna, tó fær Krabbameinsfelagið 100 kr. fyri hvønn, sum teknar seg at ganga ½ maraton.

Tekna teg í síðsta lagi 1. apríl, ½ maraton kr. 300,- og 1/1 maraton kr. 550,-
 
Tekna teg millum 2. apríl og 30. mai, ½ maraton kr. 350,- og 1/1 maraton kr. 600,-
 
Tekna teg 31. mai, ½ maraton kr. 400,- og 1/1 maraton kr. 700,-
 
Tekna teg 1. ella 2. juni , ½ maraton kr. 500,- og 1/1 maraton kr. 800,-
 
Og minst til, tað er on-line gjalding við tilmelding.