Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kom nærri náttúruni eftir eini Sóljuleið

NÁTTÚRUUPPLIVINGAR: Í Samferðsluætlanini 2008-2020 peikar Landsverk á nøkur landsvegastrekki við lítlari og ongari ferðslu, ið kunnu nýtast til sonevndar Sóljuleiðir. Her kunnu bæði føroyingar og ferðafólk koyra spakuliga og njóta koyritúrin og náttúruna, uttan at vera til ampa fyri ferðsluna annars.

Tað eru Landsverk og Ferðaráðið, nú VisitFaroIslands, ið saman hava valt júst hesar leiðir. Sóljuleiðirnar, sum liggja í serliga vøkrum landslagi, fara við tíðini at verða gjørdar út við dvalarvikum ella víkiplássum, har til ber at steðga og njóta náttúruna.

Sóljuleiðirnar minna nógv um teir norsku “turistvegirnar” og nakað um donsku “margerittruturnar”.

Á Sóljuleiðunum ræður ikki bert um at koma fram, men líka so nógv at uppliva ferðina og landslagið, tú koyrir ígjøgnum, har tað brádliga skiftir frá stórbærum útsýni til bert at síggja tað, sum er beint við. Til dømis ein vakur fossur ella áarløkur í mun til tað stórbara við brøttum fjøllum og panoramaútsýni.

Í ár eru játtaðar ein mió. krónur til vegin til Múla, har størsti parturin fer til at asfaltering. Restin verður nýtt til at gera ábøtur á vegin og vendipláss ella dvalarvika, har landsvegurin endar við bygdina í Múla. Sostatt verður Múlavegurin skjótt eisini ein Sóljuleið.

Landsverk er í ferð við at gera eina lýsing av Sóljuleiðunum, ið skal nýtast sum grundarlag undir komandi útbyggingum og gerð av eitt nú dvalarvikum.

Kortið niðanfyri vísir tær leiðir, sum higartil eru valdar út til Sóljuleiðir.

Við hesum ynskir Landsverk øllum eitt gott summar og eina góða summarferiu.