Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kom fram í ljósið Jørgen!

Eg fari at heita á stríðandi partar í pedagogmálinum um at fáa enda a verkfallinum.

Tað er komið mær fyri oyrað, at Føroya Pedagogfelag á seinasta samráðingarfundi ikki fekk boðið nakrar ítøkiligar tímar til fyrireiking og ikki eitt oyrað í lønarhækkan.

Hvat er tað fyri nakað. Er tað ikki rættast, at geva einar 3 til 5 tímar um vikuna til hvønn námsfrøðing til fyrireiking av námsfrøðisliga arbeiðinum ? Er ein námsfrøðingur ikki líka nógv verdur um hann arbeiðir á dagstovni í Vági, Viðareiði ella í Havn?

Um vit taka Ísland sum dømi, so fáa námsfrøðingar har framvegis – hóast størstu figgjarkreppu í søguni ! - 5 tímar hvør um vikuna til fyrireiking og tey hava fingið 25 % i lønarhækkan seinastu tíðina!

Í Føroyum fáa námsfrøðingar hvørki av hesum ! Nei vit skulu tiga og samtykja tykist boðskapurin at vera .

Meðan flaskattur til Flokk A heldur áfram og ránið til yvirflóðalduna kemur frá okkara pensiónsuppsparingum.

Henda beistagerð tekur beinini undan komandi ættarliðum. Alt meðan huldumaðurin bæði frøðir, føðir og goymir seg. Hetta er stór niðurgering av okkara tjóð og fólki.

Hetta er eisni ein stór niðurgering av teimum, sum nú eru í verkfalli og sum vera rakt av verkfallinum og sum "ansa" okkara framtíð, t. e.: børnunum.

Tað kann ikki vera rætt. Framvegis goymir huldumaðurin seg og torir ikki at koma fram í ljósið.

Tórshavnar kommuna sparir fleiri millionir av hesum verkfalli, og sum býráðslimur í Tórshavnar kommunu, vil eg hava eina loysn á málinum í stundini.

Mítt ynski er, at Føroya Pedagogfelag fær eitt betri tilboð enn tað seinasta, sum var ein vanlukka!

Nei, tilboði skal vera meira ítøkuligt, við føstu tímum til hvønn námsfrøðing, óðansæð hvar og hvat slag av dagstovni og búðstovni talan er um. Ikki at gloyma eina lønarhækkan sum er niðurgerandi og óforskammandi lág.

Somuleidis fari eg heita á landsins mydugleikar, t.e.: Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um at koma fram i ljósið og ikki ganga sum eitt huldufólk og kasta bóltin til eitt nu KAF, FPF og til alt Føroya Fólk.

Størsti avgerðarætturin liggur hjá Fíggjarmálaráðnum. Eg vil takka tykkum sum nú koma í samhugaverkfall – saman standa vit jú nógv sterkari.

Verkfallið rakar nú sera hart, og støðan er ótolandi fyri okkum øll.

Ábyrgdin er hjá okkum øllum – politikarum, bæði kommunalum og landspolitikarum.

Virðingarmest,

Levi Mørk, býráðslimur

- og ikki at gloyma námsfrøðingur,

sum hevur ábyrgd báðumegin borðið !