Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Myndin vísir bygdarlag í Koltri

Koltur eitt paradís fyri gransking

Heðin Mortensen, borgarstjóri: Eitt satt paradís hjá okkara skúlaungdómi og upplagt í sambandi við bæði føroyska og altjóða gransking, segði borgarstjórin í røðu í Koltri í dag.

Hátíðarhald er í Koltri í dag og í morgin í sambandi við, at sokallaða A.P. Møllerverkætlanin er liðug. Í dag hevur stórt átak verið fyri innbodnum, harímillum umboðum fyri A.P. Møller. Eftir ein túr runt býlingarnar var móttøka Heimi í Húsi, har formaðurin í Koltursgrunninum, Gunnar Hoydal, beyð vælkomin og segði frá um verkætlanina. Umboð fyri landsstýri og løgting vóru eisini hjástødd.

Í stuttari røðu segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at eftir eina avtalu í fjør, tá avtalan um sokallaðu A.P.Møller-verkætlanina varð endurskoðað, hava nakrir av okkara bestu handverkarum dúgliga renoverað, bygt og umbygt í Koltri.

- Tað er einastandandi at koma til Kolturs ein dag sum hendan. Hetta er eitt so serliga náttúruvakurt stað, har alt umhvørvið lýsir føroyska søgu og siðir fleiri øldir aftur í tíðina. Friðsælt, hugnaligt og tó so ómetaliga stórbært.

- Tað er ótrúligt at hugsa sær, at tað her á oynni eina ferð hava búð hálvthundrað fólk á fýra bóndagørðum. Upprunaliga var bara ein garður, sum tíðliga í tíðini varð býttur í tveir, tann upprunaliga Heimi í Húsi, sum nú verður varðveittur, og hin yngri Norðuri í Gerðum, har bóndafólkini nú hava búð.

- Møguleikarnir fyri náttúruupplivingum eru stórir, bæði við útferðum í bjørg og haga, men eisini á slættlendinum við gomlu bygningarnar og í fjøruni við tí hvíta sandinum.

- Bygdin sigst hava størsta teigalendi, sum varðveitt er í Føroyum. Hetta vísir eitt ófatiligt arbeiði, sum í forðum er lagt í føroyskt jarðarbrúk. Og nú verður gamli føroysku býlingurin so varðveittur fyri eftirtíðina. Eitt á so mangan hátt einastandandi arbeiði og avrik.

- Tíbetur er tað so, at flestøll hús og fornminni í hesi oasu og hesum náttúrureservati eru friðað sambært lóg, tað sama er galdandi fyri stóran part av teigalendinum.

- Mong hava verið við til at stuðla hesum stóra arbeiði, men stórstu tøkkina í dag bera vit A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal, sum so stórtøkið hava stuðlað hesum stóra arbeiði.

- Vit í Tórshavnar kommunu hava sæð fram til henda dagin og hava stuðlað við eitt nú tekniskum veitingum, og koma sum frálíður at stuðla við praktiskum veitingum og eitt nú eisini vatnleiðing.

- Eg fegnist um hetta stóra átak, sum fram um alt annað ger tilboðini í kommununi so ómetaliga nógv fjølbroyttari og meira áhugaverd, men eisini gevur okkum so nógv meira at bjóða okkara vitjandi gestum at síggja og uppliva.

- Eisini er hetta eitt satt paradís hjá okkara skúlaungdómi at vitja, har tey kunnu læra um tað gamla samfelagið, og eisini er hetta upplagt í sambandi við bæði føroyska og altjóða gransking. Og kanska mest av øllum verður hetta eitt tað mest spennandi ferðamálið í allari kommununi.

- At enda vil eg ynskja tillukku við átakinum og væl útintum verki í vón um, at hetta verður til stóra gleði fyri allar borgarar og øll vitjandi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, og legði aftrat, at hann vegna allar býráðslimirnar kundi tryggja, at Koltur var í góðum hondum innanfyri kommunumarkið.