Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kollvelting má til í eldrarøktini

Nevndin í Eldramálinum er væl nøgd við úrslitið av sínum fyrsta fundi við politiska myndugleikan. Tað er einki at ivast í, at bæði løgmaður, landsstýriskvinnan í almannamálum og forkvinnan í Trivnaðarnevndini hava hoyrt neyðarkallið frá felagnum

Tíðindaskriv

Ein eykajáttan má til beinavengin og eldrarøktin má kollveltast. Tað var greiði boðskapurin hjá Eldramálinum, sum hósdagin var á fundi í Tinganesi.

Eldramálið vísti á, at sparingarnar á røktarøkinum ganga nógv útyvir røktina og starvsfólkini eru við at bukka undir fyri ótolandi støðuni. Tí er neyðugt við eini eykajáttan fyri at bøta um bráðfeingis støðuna.

Eldramálið legði eisini dent á, at framyvir er neyðugt at kollvelta alla eldrarøktina, tí seinastu árini, hóast økta játtan, hevur verið meira og meira spart í sjálvari røktini. Neyðugt verður at raðfesta heimarøkt og umlætting nógv hægri, tí tað fer at minka um trýstið á røktarplássini.

Í sambandi við tíðindini um, at ætlanin er at lata aftur eitt av verandi eldrasambýlum, har fólk við minnisbreki búgva, vísti Eldramálið á, at bíðilistarnir til júst hesi eru vaksandi. Tí ber ikki til at minka um talið á røktarplássum til fólk við minnisbreki.

Løgmaður lovar eykajáttan og landsstýriskvinnan útihýsir ikki, at tað verður neyðugt at útvega eldraøkinum eina eykajáttan aftrat í ár. Eisini lovaði hon, at fólk ikki fara at verða flutt á aðrar stovnar ímóti teirra vilja

Eldramálið hoyrast

Á fundinum boðaði Annika Olsen Eldramálinum frá, at framyvir fer felagið at fáa øll lógaruppskot, ið viðvíkja teimum eldru, til ummælis, áðrenn tey verða løgd fyri løgtingið.

Nevndin fegnast um góða úrslitið av fundinum, sum var bæði jaligur og konstruktivur.

Eldramálið hevði biðið um fundin, sum var við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, og Rósu Samuelsen, forkvinnu í Trivnaðarnevndini.