Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kollveltandi broytingar innan heimatænastu og eldrarøkt

Løgtingið hevur í dag við einum greiðum meirluta og harvið breiðari politiskari undirtøku samtykt at leggja út heimatænastu og eldrarøkt til kommunurnar at umsita og hava ábyrgdina av.

Sambandsflokkurin hevur arbeitt fyri at fáa eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýtið á eldraøkinum, við tí endamáli at tryggja borgarunum eina betri tænastu og tryggja, at ábyrgd og fígging fylgjast at.

Sambandsflokkurin hevur heilt frá í 1990´unum roynt at fáa politiska greiðu á hesum viðurskiftum, við tí endamáli at menna samfelagsbygnaðin og skapa størri effektivitet.

Við at legggja øki út til kommunurnar at umsita, verður tann politiski myndugleikin nærri borgaranum og kann soleiðis tryggja, at tørvurin á tænastum verður best røktur í nærumhvørvinum. Harafturat kann hesin nýggi bygnaðurin vera við til at tryggja, at mest møguligt av tænastu fer til borgaran og at mest møguligt av tænastu fæst fyri givnu játtanirnar.

Nýggja lógin er við til at tryggja eina hægri raðfesting av heimahjálp, fyribyrgjandi rørsluvenjing og endurvenjing í sambandi við ellisárin soleiðis, at ynskið hjá fólki, um at verða longst møguligt í egnum heimi, verður gingið á møti. Við hesum hevur tann einstaki ein sjálvsagdan avgerðarrætt í sambandi við at tilrættaleggja sín dagligdag. Hetta er eisini viðvirkandi til, at tey, sum eru ringast fyri og veruliga hava ein røktartørv, kunnu fáa eitt røktarpláss.

Tað er sera umráðandi fyri Sambandsflokkin, at tað eru greiðar reglur um markamót og at fíggjarliga grundarlagið fyri at fáa lóggávuna at virkað, er í lagi.

Sambandsflokkurin fegnast um úrslitið av hesari politisku verkætlan, og vil eisini takka landsstýriskvinnuni í almannamálum og hinum samstarvspørtunum fyri eitt gott samstarv í hesum týðandi máli.

Rósa Samuelsen

Løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin

Forkvinna í Trivnaðarnevnd Løgtingsins