Kollfiringar vilja síggja úrslit!
-Kollfiringar kunnu nú fegnast um, at langt um leingið koma 10 nýggj grundøkir til bygdina.
Nú verður útstykkja soleiðis, at tað verða 10 grundstykkir til sethús, sum eru uml. 500 m2 til víddar. 4 grundstykkir liggja inni á kommunalum øki, 3 á privatum øki, og 3 liggja bæði á kommunalum og privatum øki. Neyðugt verður at gera ein 8 m breiðan veg, sum verður 74 m langur við einari gongubreyt frá núverandi vegi á Lygnnesi. Kommunan er nú komin ásamt við teir privatu eigarar av økinum á Lygnesi, so nú er klárt at útstykkja.
Hetta arbeiði er nú liðugt viðgjørt bæði umsitingarliga , í byggi-og býarskiparnanevndini, í fíggjarnevndini og í kvøld einmælt samtykt av Tórhavnar Býráð.
Sum formaður í byggi og býarskiparnarnevndini eri eg sera fegin um, at hetta stóra framstig er framt fyri bygdini og sum nú næstan er komið á mál fyri víðari trivnað í Kollafirði.
Ungdómshús og KÌF
Kommunan hevur eisini samtykt, at innrætta loftið í Ítróttarhøllini í Kollafirði til frama fyri bygdina, KÌF, ungdóm og fyri trivnaðin í bygdini.
Her eru 3 milliónir krónur avsettar til endamálið á fíggjarlógini í ár. Á sama hátt, er hetta arbeiði liðugt umsitingarliga og nevndarliga. Eisini her vantar bert at seta arbeiði í gongd.
Skúlatryggan veg í Kollafirði
Til ferðslutryggan veg til Kollafjarðar skúla, eru settar 500.000 kr av til endamálið og somuleiðis vantar bert at seta arbeiði í gongd.
Mín vón er, at øll hesi omanfyri nevndu mál vera sett í gongd sum skjótast, helst í ár.
Nógv er framt - men enn er langur vegur á mál
Hóast nógv onnur úrslit longu eru komin á mál í hesari býráðssetu - m.a kloakviðurskiftir og nýggj bussleið t.e betri skipan fleiri túrarar, so vantar enn nógv í Kollafirði. Tað er serliga útstykkingar, nýtt ungdómshús, nýggjur dagansingarstovnur, ferðslutryggari vegir og betri vatnviðurskiftir v.m.
Kollfiringar vilja eitt nú síggja úrslit av okkara politisku endaligu samtyktum í býráðnum og tað er mín vón at so verður helst í ár.
-Levi Mørk
Býráðslimur hjá Tórhavnar kommunu