Kollfirðingar fáa neyðstreymskipan til vatnveitingina
Síðstu tíðina hevur ofta verið ólag á elveitingini hjá SEV, og hevur hetta órógvað vatnveitingina í kommununi.
Serliga í Kollafirði hevur verið neyðugt at mæla fólki til at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður.
UV-skipanin, sum sóttreinsar vatnið, er av slíkum slag, at hon tekur einar 15 minuttir at starta upp eftir streymslit.
Fyri at bøta um hesa óhepnu støðu í Kollafirði, hevur kommunan keypt eina neyðstreymskipan. Hon verður vónandi klár at seta til seinni í hesum mánaða.
Henda sonevnda UPS-skipan ella No-Brake anlegg er sett saman av battaríum og einum dieseldrivnum generatori. Kostnaðurin er á leið kr. 180.000.
Kelda. www.torshavn.fo