Kol verður týdningarmiklari enn olja
Sjálvt um kol er eitt fossilt brennievni, hvørvur tað ikki í bræði. Tvørturímóti fer heimurin at brúka 65 prosent meiri kol næstu 24 árini.
Sostatt fer kol framum olju sum týdningarmesta oljukeldan fram til 2035.
Hetta stendur í árbókini World Energy Outlook 2011 hjá Altjóða Orkustovninum IEA, sum varð løgd fram í Keypmannahavn í gjár.
Sambært altjóða stjóranum í danska Orkustýrinum, Hans Jørgen Koch, er orsøkin til vaksandi kolanýtsluna einføld.
- Hon er bíligasta orkukeldan, um vit ikki hava í huga, hvat tað kostar fyri umhvørvið, heilsuna og veðurlagið at brúka kol, sigur hann við Danmarks Radio.
Tvífalt so nógvir bilar
Sambært árbókini fer oljunýtslan at hækka úr 87 miljónir tunnum um dagin til 99 miljónir tunnur í 2035. Hetta er millum annað orsakað av vaksandi talinum av persónbilum, sum væntandi verða 1,7 miljardir í tali í 2035.
Tað eru serliga Kina, India og onnur vakstrarlond, ið standa fyri øktu nýtsluni av fossilum brennievnum sum koli, olju og gassi. Roknað verður við, at Kina fer at brúka 70 prosent meiri orku enn næststørsti brúkarin, USA.
Grøn orku vinnur fram
Tilsamans fer heimurin at brúka ein triðing meiri av orku í 2035 enn vit gera í dag. Høvuðsorsøkin er ein meðalvøkstur upp á 3,5 prosent og ein fólkavøkstur upp á 1,7 miljardir, harav ikki-OECD-londini standa fyri 90 prosentum av vøkstrinum.
Hóast stórur tørvur verður á fossilum brennievnum í framtíðini, fara tey sum frálíður at lúta fyri burðardyggum orkukeldum sum vind- og vatnorku.
Í dag standa fossilu brennievnini fyri 81 prosentum av heimsins samlaðu orkunýtslu. Í 2035 koma 75 prosent frá hesum orkukeldum, stendur í World Energy Outlook 2011.
Kelda: www.sev.fo