Knívin í ryggin!
Hví er tú ikki komin við hasum álopinum fyrr á okkara valevni. Anfinn Rubek Nielsen hví hevur tú bíða eftir, at skaða hann nú upp undir valið. Tú hevur væl ligið í sak við Páll og Føroya Rættur gav Páll viðhald umframt tveir dómarar í Eystara Landsrætti hava staðfest avgerðina hjá Føroya Rætti og tú Anfinn tapti.
Vælsignaður Anfinn tú má virða rættarskipanina, men hóast at tú er dømdur blívur tú við at forfylgja okkara valevni og hvør vil verða forfylgdur.
Eg skilji væl, at tað tekur tær hart, tí hann var tær ov klókur og honum kláraði tú ikki at koppa. Tað er týðiligt at síggja, at tú letur teg brúka av øðrum mótsøðufólkum hjá Páll á Reynatúgvu.
Ein og hvør spekulantur, sum eigur fleiri bygningar í Havn, hann líður so onga neyð, tað er heilt vist. Ein eigur at vera varin, at kasta við gróti tá ið man býr í glashúsi. Eitt orðatak sum oftani verður nýtt her á landi; tá ruddast skal upp í onkrum – verði tað seg kriminelt ella annað, at tað kunnu koma fleiri lík úr skápinum, fyrr tá ið ein gjørdi tílíkt í seinasta løtu, og tá varð ein skírdur fyri at vera ein feikur fýrur
Klæmint Myllhamar