Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Klókir løgtingsmenn

Viðhvørt verður sagt, at okkara løgtingsmenn eru býttir.

Tá er vert koma í huga søguna um Churchill, sum einaferð segði, at helvtin av undirhúsmonnunum vóru býttir. Øsingin gjørdist stór, og kravt var av honum, at hann skuldi avsanna tað hann hevði sagt. Illa gekst at fáa hann til tað, men til endans bað hann um orðið og segði, at hann hevði mistikið seg fullkomuliga. Tað hann ætlaði sær at siga, var at helvtin av undirhúsmonnunum vóru klókir!

Nú hava vit ið hvussu er fingið vissu fyri, at yvir helvtin av tingmonnum okkara eru klókir, tí teir vilja ikki samtykkja nakað av teimum uppskotum um tunlar oyggjanna millum, sum eru sett fram.

Størsta brekið við hesum uppskotum er, at tey ikki fevna um tann tunnil, sum mest brúk er fyri, nevnliga tann til Suðuroyar. Hitt stóra brekið er, at tey leggja eykaskatt á tey, sum ferðast gjøgnum undirsjóvartunlar. Harvið verður munur gjørdur á fólki alt eftir hvar í landinum tey búgva.

Við at fella slík uppskot hava tingmenn okkara ruddað støðið fyri einari samhaldsfastari loysn av vandamálunum innan samferðslukervi okkara.

Zakarias Wang