Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kleptokratiið við innbygdari nepotismu má víkja fyri demokratinum

Hornasteinurin í kleptokratiskum stýriformi er nepotisma við vina- og kenningapolitikki, har landsins ognir og størv verða tillutað eftir nepotismuframferðarhátti í tann mun, tað á nakran hátt kann lata seg gera.

Vit hava sæð og síggja tað innan fiskivinnuna, og vit hava eisini sæð og síggja tað innan stjóra og aðalstjórasetanir.

Men hesin politikkurin er nógv meira útbreiddur enn mong geva sær fær um.

Flestu fólk vakna fyrst, tá tey sjálvi ella ein av teirra egnu verður útsett fyri órættvísum avgerðum orsaka av førdum vina- og kenningapolitikki. Hesin ódámligi og órættvísi politikkur eigur sjálvandi at verða steðgaður sum skjótast.

Eitt vælvirkandi demokrati við neyðugum eftirliti er vegurin burtur úr óreiðiligum avgerðum - óansæð um tær koma frá høgru ella frá vinstru. Lat okkum tessvegna taka lógvatak saman og seta kós móti einum veruligum demokratii og annars ikki steðga á, fyrr enn vit eru komin á mál.

Hetta vildi ikki bert gagna okkum, men eisini eftirkomarum okkara í stóran mun.

Dagfinnur Danbjørg