Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Klárt at søkja miðlastuðul

Nú er klárt hjá privatum tíðindamiðlum at søkja um miðlastuðul fyri 2017. 

Á fíggjarlógini eru í ár settar tvær milliónir krónur av, sum privatir tíðindamiðlar kunnu søkja um. 
Ætlanin við miðlastuðlinum er at hækka dygdina av journalistiska arbeiðinum og at tryggja eitt fjøltáttað útboð av tíðindamiðlum. 

Stuðulin er ætlaður prentaðum tíðindamiðlum, loftbornum tíðindamiðlum og skrivaðum tíðindanetmiðlum. 

- Eingin spinnir gull av at framleiða journalistikk. Men dygdargóður journalistikkur er alneyðugur fyri fólkaræðið, og hann kostar. Óteljandi uppskot hava verið skrivað, viðgjørd og súltað. Tí er tað gleðiligt, at bæði andstøða og samgonga luttóku í lógarsmíðinum, og at allir flokkar tóku undir við uppskotinum, segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, tá uppskotið varð samtykt fyrr í vár.

Treytirnar fyri at fáa miðlastuðul eru:
at miðilin er sjálvstøðugur við einum ábyrgdarhavandi redaktøri. 
At miðilin skal, íroknað redaktørin, í minsta lagi tilsamans hava tvey heil redaksjonell ársverk,
At miðilin í sínum redaktionella tilfari vendir sær til ein breiðan skara av brúkarum og ikki bert til
 ávísar bólkar í samfelagnum. 
Miðilin skal hava eitt redaktionelt innihald innan eitt breitt evnisøki, og talan skal í høvuðsheitum vera um viðgerð av aktuellum tíðindatilfari av politiskum, samfelagsligum og mentanarligum slagi, sum er lagað til fólkið í Føroyum og sum hevur eitt føroyskt sjónarhorn. 
Fyri prentaðar miðlar er tað ein treyt, at teir koma út minst einaferð um vikuna. Fyri netmiðlar og loftmiðlar er tað ein treyt, at teir dagliga hava ein javnan og dagførdan tíðindastreym.  
Freistin at søkja er 01. desember 2017. (tá eru tað 6 vikur)

Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið, sum fæst á www.mmr.fo undir oyðubløð / Mentan og list - ella við at venda sær til Mentamálaráðið, tlf 306500, e-postur.: mmr@mmr.fo