Klárt at søkja miðlastuðul til verkætlanir
Uttanríkis- og mentamálaráðið lýsir nú á fyrsta sinni við møguleikanum at søkja um miðlastuðul til verkætlanir, eitt nú til greinarøð, heimildarsending, poddvarp o.a., ið tíðindamiðlar framleiða við journalistiskari dygd og samfelagsligum virði.
Á fíggjarlóigini eru tvær mió. kr. settar av til miðlastuðulin. Av hesum verða 70 % svarandi til 1,4 mió. kr., brúkt til verkætlanarstuðul, og 30 %, svarandi til 600 tús. kr., verða brúkt til rakstrarstuðul, grundað á skjalprógvaðar lønarútreiðslur. Lýst verður við hesum seinna stuðulsmøguleika komandi heyst.
Freistin at søkja verkætlanarstuðul er mánadagin 23. mai 2022 kl. 12.00.
Allar umsóknir skulu skrivast á serstakt umsóknarblað til verkætlanir, sum liggur á heimasíðu Uttanríkis- og mentamálaráðsins, og sum kann takast niður her. Sambært lógini er tað Miðlastuðulsnevndin, ið tekur endaligar avgerðir um miðlastuðul.
Víst verður eisini til lóg um miðlastuðul: https://logir.fo/Logtingslog/35-fra-31-03-2017-midlastudul og til kunngerð um miðlastuðul til verkætlanir: https://logir.fo/Kunngerd/1-fra-23-12-2021-um-midlastudul-til-verkaetlanir
Umsóknir skulu sendast til:
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Tinghúsvegur 5-7
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella um teldupost til ummr@ummr.fo