Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Klárt at koyra eftir nýggja vegnum í Leirvík

VEGAGERÐ: Arbeiðið við nýggja vegateininum ígjøgnum Leivík er nú komið so væl áleiðis, at gjøgnumkoyrandi ferðslan til og úr Norðoyggjum verður umløgd í morgin týsdagin.

Sjálvt um arbeiðið ikki er heilt liðugt, verður nú koyrandi ígjøgnum nýggja og nógv umtalaða gjøgnumkoyringarvegin í Leirvík, nevndur fjøruvegurin. Hetta merkir, at ferðslan verður umløgd soleiðis, at gjøgnumkoyrandi akfør ikki longur skulu ígjøgnum ovara bygdavegin, men nýta nýggja vegin, ið fer umvegis havnalagið í Leirvík.

Umleggingin av ferðsluni ígjøgnum Leirvík verður gjørd millum klokkan 10 og 12 fyrrapartin týsdagin og merkir, at ferðslan kann verða nakað tarnað í hesum tíðarskeiðnum.

Arbeiðið við nýggja vegnum hevur fevnt um endurgerð og breiðkan av verandi vegi fram við ferjuleguni, kirkjuni, havnalagnum, bátahylinum og ígjøgnum fjøruna til íbindingina í tunnilsvegin til Norðoyatunnilin. Hesin teinurin er umleið 1.800 metrar til longdar.

Eftirsum arbeiðið ikki er heilt liðugt enn, er niðursett ferð á teininum, og heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi.

Fakta um fjøruvegin:

Arbeiðsánari: Innlendismálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Tekniskur ráðgevi: LBF

Arbeiðstakarar: JHR Entreprenørar og RTS Contractors

Kostnaðarætlan: 40,0 mió. kr.