Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KLÁRT AT FARA UM SANDÁ

Seinnapartin týsdagin, skrivaðu Steinolvur Petersen, stjóri á J&K Petersen, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, undir sáttmálan um arbeiðið at gera nýggja brúgv um Sandá fyri 54,6 milliónir krónur. Arbeiðið fer í gongd í summar og verður ætlandi liðugt á ólavsøku næsta ár.

At fáa eina brúgv aftrat um Sandá hevur verið í umbúna síðstu 15 árini, tí tað leingi hevur verið greitt, at ferðslutrýstið á Doktara Dahlsgøtu er alt ov stórt. Serliga ta tungu ferðsluna fer nýggja og ovara brúgvin um Sandá at lætta nógv um.

– Vit eru sera fegin um at vera komin so langt, at arbeiðið nú kann fara í gongd, og vit gleða okkum til um eitt gott ár, tá koyrandi, súkklandi og gangandi er um nýggju brúnna, sigur Heðin Mortensen.

– Hetta verður samstundis tann náttúrligi endin á ringvegnum, sum fer at knýta Argir enn tættari at Havnini og øvugt, so ferðslan kemur at glíða lættari og vera tryggari, sigur borgarstjórin.

Somuleiðis fegnast tey hjá J&K Petersen, tí arbeiðið við brúnni passar so væl inn í teirra tíðarætlan, so tað er júst í røttu løtuni, at fyritøkan fekk brúnna at gera.

– Í okkara vinnu eru vanliga skiftandi tíðir, har tað gongur upp og gongur niður, men júst nú gongur tað upp. Hetta er fantastiskt fyri okkara fyritøku og ein spennandi avbjóðing fyri fólkið hjá okkum, sigur Steinolvur Petersen.

– Ikki minst fegnast vit um, at politiska skipanin leggur dent á, at brúgvin verður gjørt av føroyskari arbeiðsmegi og úr føroyskum tilfari, har tað ber til. Alt, sum fæst í Føroyum til brúnna, fara vit eisini at útvega okkum í Føroyum, sigur stjórin í J&K Petersen.

Brúgvin, sum verður gjørd úr stáli og betongi, verður 140 metrar long, og har hon er hægst, verður hon 12 metrar høg. Umframt góða koyribreyt, er eisini tríggjar metra breið gongu- og súkklubreyt, so lætt verður hjá øllum at koma um brúnna.

– Stórur dentur er lagdur á, at talan verður um eina haldbæra og víðlíkahaldsfría brúgv, sigur Eyðbjørn Brimnes, stjóri í Landsbyggifelagnum, sum saman við eitt nú Selmar Nielsen Arkitektum hevur prosjekterað brúnna.

 – Hesum hava vit tikið hædd fyri við halli og burturveiting av vatni, umframt at eingir steyrar eru á brúnni, sum verður upplýst av ljósi í sjálvari girðingini. Eisini fellur brúgvin væl inn í umhvørvið og órógvar sum minst alt tað, sum er har frammanundan.