Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Klárt at byrja í Kollafirði!

Nú er endaliga samtykt á býráðsfundinum í kvøld, at nú kann arbeiði byrja at innrættað høllina í Kollafirði til ungdómsvirksemi, KÌF og til bygdarfólkið. Samgongan hjá Tórshavnar kommunu, hevur arbeitt við hesari ætlan, líka síðan hetta valskeiði byrjaði januar 2009.

Tað er eingin loyna, at hetta arbeiði hevur fylt nógv hjá mær í býráðnum og nú er komið á mál og klárt er at fara í gongd. Hetta eri eg sera fegin um, hetta hevur verið ein langur og góður kampur, sum nú er av og arbeiði kann byrja. Til gavn fyri KÌF, ungdóminum og bygdarfólkinum. Hallarbólkurin hevur latið tekningar og kostnaðarmeting í sambandi við at innrætta loftshæddirnar. Tekningarnar fevna eisini um trappuuppgongdina og lyft frá forhøllini í niðastu hædd.

Innrættingin á fyrstu hædd hevur eitt forsamlingshøli à uml. 170 m2. Til hetta eru wc og garderoba, 2 goymslur umframt høli til køli-/frystigoymslu og rúm til uppvask/reingerð. Eisini er køkur. Í erva er opið óinnrættað rúm og goymsla. Kostnaðarmetingin er kr. 2.990.000 u/mvg og uttan rentu- og príshækkingar. Kostnaðarmetingin fevnir ikki um útgerð til køkin, køli-/frystigoymsluna og liðugtgerð av aðru hædd.

Talan er um eitt samkomuhøli í fyrstu hædd uml. 170 m2 stórt við hartil hoyrandi hølum til wc, goymslur, reingerð, køk v.m. Á aðru hædd er eisini eitt stórt rúm uml. 140 m² stórt. Umframt trappur skal lyfta setast í.

Ætlanin er, at loftshæddirnar kunnu hýsa fjøltáttaðum virksemi bæði til ítrótt, ítriv, ungdómsvirksemi, fundir, samkomur eins og annað virksemi, og á henda hátt koma øllum bygdarlívinum í Kollafirði til gagns.

Í fíggjarætlanini 2011 eru kr. 700.000 tøkar til endamálið. Sambært fíggjarætlanaruppskotinum fyri 2012 verða ætlandi játtaðar kr. 2.300.000 aftrat, tvs. tilsamans kr. 3.000.000. Tórshavnar býráð samtykti einmælt hóskvøldið ætlanina.

Vh.

Levi Mørk, býráðslimur