Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Klandrast fyri 20 mió. krónur

”SEV setur ongar myllur upp í ár.” Tað var boðskapurin í eini syrgiligari yvirskrift í Dimmalætting tann 14. mai. Enn einaferð hava vit føroyingar klárað at klandrast so illa, at stór virði eru farin fyri skeyti. Hesa ferð er prísurin 20 mió. krónur.

Eg skal á ongan hátt blanda meg uppí stríðið millum partarnar, ella taka støðu til, hvør hevur rætt og hvør hevur skeivt. Søguliga koma vit helst ikki uttanum, at mangt kundi verið gjørt øðrvísi, men tíðin má vera komin, hvar ið vit lata farið vera farið, og heldur hyggja frameftir. Eg vóni bara ikki, at tað er so galið, at vit enn einaferð hava útsett eina ætlan, sum skuldi gera okkum minni bundin at olju.

Øll vita vit, at størsti parturin av el-orkuni í Føroyum verður framleidd úr olju. Tí sigur tað seg sjálvt, at hvørja ferð prísurin á olju hækkar, so verður framleiðslan dýrari. Rokningin fyri dýrkaða streymin kann bara fara ein veg, og tað er til brúkaran.

El-orkan fyllir somikið nógv í okkara samfelag, at hvørja ferð brek er í framleiðsluni, so steðgar mestsum alt samfelagið upp. Vit kunnu tí ikki lata ósemjur í Miðeystri vera avgerandi fyri, hvussu høgur el-prísurin skal vera í Føroyum. Vit mugu gera okkum so leys av oljuni sum til ber.

Eg havi fyrr víst á, at valið stendur ímillum at brúka pengar til varandi orkukeldur, ella at lata prísin hækka í stórum. Longri vit bíða við at útbyggja alternativu orkukeldurnar, størri verður príshækkingin, tí oljuprísurin fer bara ein veg (sæð yvir eitt longri tíðarskeið).

Vit mugu tí skipa soleiðis fyri, at innanhýsis ósemjur skulu ongantíð aftur sleppa at fáa ta avleiðing, at útbyggingar innan varandi orku, verða útsettar.

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður