Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Klaksvíkar Kommuna dagførir upplýsingar á www.kortal.fo

Sum ein av eigarunum av FDS (Føroya Dátusavn) hevur Klaksvíkar Kommuna verið við til at bygt upp eitt savn av tekniskum upplýsingum og yvirlitum, sum eisini borgararnir í kommununi kunnu fáa innlit í á www.kortal.fo.

Á www.fds.fo, sum er heimasíðan hjá FDS, og á www.kortal.fo, har sjálvt kortið og tilhoyrandi upplýsingar eru, finnur ein matrikul, adressur, staðarnøvn, myndakort, byggisamtykt, hæddar- og dýpdarkurvar og ymiskar lendisleiðingar, t.d. el, tele, kloakk og eru í gongd við gøtuljósum.

Heri M. Hammer, býarverkfrøðingur, upplýsir, at kommunan støðugt arbeiðir við at menna og dagføra nevndu upplýsingar.

- Okkum manglar enn nógvar upplýsingar um ymsar leiðingar, t.d. vatn og kloakk, og í øðrum førum eru okkara upplýsingar ov gamlar og krevja at verða dagførdar.

- Her á býráðsskrivstovuni stendur Hanna Dalsenni fyri hesum skrásetingum, og eru borgarar vælkomnir at venda sær til hennara á teldupost-adressuni hannad@klaksvík.fo við møguligum rættingum, spurningum ella viðmerkingum til kortini, sigur býarverkfrøðingurin.

Øll kort og dátur á www.kortal.fo eru vegleiðandi, og brúk av teimum er undir egnari ábyrgd.

GIS-samstarv

Við at savna allar dátur hjá stovnum, fyritøkum og kommunum saman í eitt savn, er endamálið hjá FDS at leggja lunnar undir eina sera framkomna GIS skipan í Føroyum. Samstarvspartarnir hjá FDS í dag eru: FT-Net, Landsverk, Umhvørvisstovan, Elfelagið SEV, Tórshavnar Kommuna og Klaksvíkar Kommuna.

Tað framgongur av heimasíðuni hjá FDS, at www.kortal.fo er ein væl umtókt heimasíða, sum fær nógvar vitjanir á netinum.