Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Klaksvíkar Býráð lækkar skattin við hálvum prosenti

Á býráðsfundinum 15. november 2011 samtykti býráðið fíggjarætlanina fyri 2012, sum eitt nú er eyðkend av íløguni í nýggja røktarheimið, spillivatnsætlanini og lækkingini av kommunuskattinum úr 22,25% niður í 21,75%.

Eftir fleiri viðgerðir í nevndum býráðsins seinastu mánaðirnar varð endaliga uppskotið til fíggjarætlan fyri 2012 lagt fyri býráðsfundin 15. november 2011.

Samtykta uppskotið javnvigar við 145,5 mkr. í skattainntøku, 98,9 mkr. í rakstrarútreiðslum, 8,2 mkr. í rentum, 33,3 mkr. í íløgum, 5 mkr. í avdráttum og hevur eitt úrslit, áljóðandi kr 94.700,- í avlopi.

Fíggjarætlanin, sum byggir á eitt skattaprosent á 21,75 og barnafrádrátti áljóðandi kr. 4.000,- varð samtykt við 11 atkvøðum fyri og 0 ímóti.

Í stuttari viðmerking sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri, at hon fegnast um, at tað er eydnast býráðnum at samtykkja eina fíggjarætlan við lutfalsliga so stórum íløgukarmi, samstundis sum skattaprosentið er sett niður.