Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Klaksvíkar Bókasavn metstórt útlán í 2011

Útlánið á Klaksvíkar Bókasavni hevur ongantíð verið so høgt sum í 2011, upplýsir Annika Egholm, býarbókavørður.

Á Klaksvíkar Bókasavni hava tey merkt, at tað virksemið og talið av vitjanum var størri í 2011 enn undanfarin ár.

- Ein partur av hesi øking er í sambandi uppgávur hjá miðnáms- og fólkaskúlanæmingum, men eisini í heila tikið hava fleiri vitjanir verið í ár, sigur ein fegin Annika Egholm, býarbókavørður.

- Í farna ári lænti bókasavnið 28602 bøkur út, og er hetta met hjá okkum. Í mun til 2010 eru 1600 fleiri bøkur læntar út í 2011.

- Norðoyatunnilin eigur eisini sín lut í hesum vøkstrinum, tí fasta vegasambandið bindur økið saman, soleiðis at eisini nógv fólk úr Eysturoynni og aðrastaðni í landinum koma at lána á Klaksvíkar Bókasavni, og tað eru vit ógvuliga fegin um, sigur Annika Egholm, býarbókavørður.

Kelda: www.klaksvik.fo