Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Klaga um vantandi innlit í upplýsingar um heilivágsnýtslu í alibrúkum

Álit viðv. klagu um vantandi innlit í upplýsingar um heilivágsnýtslu í alibrúkum

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um eina avgerð hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum, sum staðfesti avgerðina hjá Apoteksverkinum um at sýta klagaranum innlit í upplýsingar um heilivágsviðgerð fyri laksalús vísandi til § 12, stk. 1, nr. 2 í innlitslógini um undantøku av upplýsingum.

Umboðsmaðurin metti ikki Heilsu- og innlendismálaráðið hava gjørt neyðugu sjálvstøðugu metingina sambært § 12 um ítøkiliga vandan fyri fíggjarligum missi hjá einstøku fyritøkuni við bert at endurgeva sjónarmiðini hjá fyritøkunum og vísa til, at ráðið ikki kann seta til viks sjónarmiðini hjá alifyritøkunum.

Umboðsmaðurin heitti á Heilsu- og innlendismálaráðið um at taka málið uppaftur til viðgerðar og lata seg frætta aftur um úrslitið av viðgerðini. (LUM 16/00043)

Álitið kann lesast her: http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2f16-00043+Alit+anonymt.pdf