Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Klaga um munnliga avgerð at nokta umsókn um fylgjara til viðgerð uttanlands

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um munnliga avgerð hjá Landssjúkrahúsinum at nokta umsókn um fylgjara í sambandi við sjúkraviðgerð uttanlands. 

 Hóast klagarin hevði biðið um hetta, hevði hann onga grundgeving fingið fyri avgerðini. 

 Umboðsmaðurin helt, at Landssjúkrahúsið, sambært góðum fyrisitingarsiði, átti at havt givið umsøkjara skrivliga grundaða avgerð, tá umsóknin ikki varð gingin á møti. 

 Umboðsmaðurin heitti á Landssjúkrahúsið um at broyta siðvenju og geva sjúklingum, sum fáa noktað umsókn um fylgjara, skrivliga grundgeving fyri avgerðini. 

 Harumframt helt Umboðsmaðurin tað vera sera átaluvert, at Landssjúkrahúsið, hóast fleiri áheitanir frá Føroya Kærustovni um at grundgeva avgerðirnar, onki hevði gjørt fyri at bøta um hetta. 

Álitið kann lesast her: http://docreader.readspeaker.com/docreader/index.php?jsmode=1&cid=bseku&lang=fo_fo&url=http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2f15-00007+Alit+anonymt.pdf&referer=http://www.lum.fo/Default.aspx?ID=9746&PID=31386&NewsID=5736&Action=1