
Klaga um frádrátt av hjúnafelagaeftirløn í arbeiðsloysisstuðli
Álit viðv. klagu um frádrátt av hjúnafelagaeftirløn í arbeiðsloysisstuðli
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um frádrátt av hjúnafelagaeftirløn í arbeiðsloysisstuðli. Umboðsmaðurin vísti á, at slíkur frádráttur ikki var í samsvari við ásetingar í ALS-lógini og endamálið við eini hjúnafelagaeftirløn.
Umboðsmaðurin mælti Kærunevndini hjá Arbeiðsloysisskipanini til at taka málið uppaftur til viðgerðar. Samstundis heitti umboðsmaðurin á Samferðslumálaráðið um at nágreina § 16, stk. 2 í ALS-lógini, soleiðis at eingin ivi er um, at ásetingin bara fevnir um egnar tænastumannapensjónir og eftirlønir. (LUM 15/00121)