
Klaga um Almannaverkið og vantandi løn fyri arbeiðsvenjing
Álit viðv. klagu um Almannaverkið og vantandi løn fyri arbeiðsvenjing
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi løn fyri arbeiðsvenjing hjá Almannaverkinum. Arbeiðsvenjingin vardi í 3 mánaðar og ikki fyrr enn 4 mánaðar eftir, at arbeiðsvenjingin varð endað, fekk klagarin útgoldið sína løn.
Samanumtikið gav Umboðsmaðurin Almannaverkinum eina átalu fyri handfaringina av málinum. (LUM 16/00107)