Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Klaga: Skeivur persónur fekk starv

Til tey ósakligu skal eg siga, at um orsøkin, at eg valdi at søkja, sambært einari løgnari starvslýsing er, at eg meti meg verða egnaðan ella tí at ein umsókn gevur rætt til partsinnlit, sum onkur hevur spurt, er málinum óviðkomandi. Tað sum hevur týdning er um málið er avgreitt á skilagóðan hátt av KVF. Og tað hevur heldur einki við setta persónin at gera, tí hon hevur ikki gjørt annað enn søkt eitt starv, sigur Eivind Jacobsen, ið hevur skrivað klaguna, sum Mentamálaráðið, og møguliga eisini Umboðsmaðurin nú skulu viðgera.

Tíðindaskriv

Hervið skal boðast frá, at undirritaði hevur kært setanina av leiðara til aktueltdeildina í KVF í november seinasta ár. Orsøkin til at kært verður er, at mett verður, at orsøk er at halda, at tað ikki var tann best kvalifiseraði umsøkjarin, sum fekk starvið. Orsøkin til at kært verður so seint er, at tað hevur verið sera trupult at fáa at vita, hvør hevur søkt. Tað meti eg meg at hava fingið at vita í november í ár. Kæra bleiv send Løgtingsins umboðsmanni 23 november, men sendi hann kæruna til Mentamálaráðið. Málið er fult av feilum, men ikki fyrr enn greiða fekst á, hvør annar møguliga hevði søkt, var møguligt at fáa puslispælið at ganga upp. 

Niðurstøðan er púra greið. Einki skil er á mannagongdum og skeivur persónur fekk starv og tí eigur avgerðin hjá KVF at verða ógilda av Mentamálaraðnum.

12 desember sendi eg umbiðin skjøl og frágreiðingar til Mentamálaráðið. Til tey ósakligu skal eg siga, at um orsøkin, at eg valdi at søkja, sambært einari løgnari starvslýsing er, at eg meti meg verða egnaðan ella tí at ein umsókn gevur rætt til partsinnlit, sum onkur hevur spurt, er málinum óviðkomandi. Tað sum hevur týdning er um málið er avgreitt á skilagóðan hátt av KVF. Og tað hevur heldur einki við setta persónin at gera, tí hon hevur ikki gjørt annað enn søkt eitt starv. Til tey, sum møguliga biðja um alment innlit, skal upplýsast, at kæran sjálvandi er einvegis, tí tað er ein partur, sum framførur síni sjónarmið. Niðurstøða verður gjørd av Mentamálaráðnum og aftaná av LUM, við støði í upplýsingum frá øllum pørtur. So tit fjølmiðlar vinarliga verði sakligir. Tað duga tit illa, men royni allíkavæl

Tað sum kært verður um er:

1. Setanarbólkur ógegniður

2. Stjórin luttók í setanarbólkinum

3. Setanarbólkurin mannaður við ókvalifiseraðum fólki

4. 3 umsøkjarar valdir frá og tveir útvaldir til samrøðu eftir ósakliga viðgerð

5. Persónur settur, hóast hann ikki er journalist, sum var grundgeving fyri at frásortera onnur, hóast EINKI krav um journalistútbúgving í lýsing.

6. Manglandi innlit í skema til at gera profil!

7. Ósamsvar í fundarfrágreiðingum

8. Politiskur aktivitetur

Kæran er send við ynski um at setanin verður ógilda tí feilirnir eru týðandi og stórir.

Hetta tíðindaskriv er sent, fyri at øll skulu vita, hvør hevur kært so sleppast kann undan at onnur, verða løgd undir hetta og tær fylgjur tað møguliga hevur.

Vinarliga 

Eivind Jacobsen, Strendur