Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Klaga er send Mentamálaráðnum: Stólurin ridlar undir Liljan Weihe

Vit hava skilt, at ein klaga er send Mentamálaráðnum um starvssetanina av tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum.

Tað er ikki so nógv, sum er komið undan kavi, men ábendingar benda á, at sjálv starvslýsingin, og so setanarbólkurin er í fokus í klaguni, sum vit hava skilt, at ein av umsøkjarunum hevur sent til Ráðið.

Hóast krav ikki var sett til ávísa útbúgving, so hava vit skilt, at summi vóru tikin framum onnur.

Norðlýsið skrivaði soleiðis, tá núverandi leiðarin fyri tíðindadeildina varð settur:

Í gjár kunngjørdi leiðslan í Kringvarpinum at Liljan Weihe, eftir innstilling frá setanarbólki, var sett í fast starv sum leiðari fyri tíðindadeildina í Kringvarpinum. Starvið var annars áramálssett. Sum skilst var setanarbólkurin mannaður av starvsfelagum hjá umsøkjaranum.

Og so skrivaði blaðið hetta eftirfylgjandi:

Fáar tímar eftir at nordlysid.fo skrivaði, at starvsfólk í Kringvarpinum høvdu sett starvsfelaga í leiðarastarv vóru vit uppringd av leiðsluni í Kringvarpinum har gjørt var okkum greitt at einki var farið ólógliga fram.

Norðlýsið skrivar seinni m.a.:

Fýra onnur høvdu søkt starvið men starvsfelagarnir,Johan Mortensen, Óluva Zachariasen, Kári Sólstein og stjórin Dia Midjord,sum øll dagliga starvast saman við umsøkjaranum,avgjørdu at tíðindaleiðarin var tann rætta at halda fram í starvinum.

Øll í setanarbólkinum starvaðast í útvarpinum og hava lítlar og ongar royndir frá sjónvarpi.

Tá verandi tíðindaleiðari bleiv sett í tíðaravmarkað starv var allur leiðslubólkurin í Kringvarpinum pluss fakfeløgini við í setanarbólkinum, og eksternur vegleiðari var inni og metti teir aktuellu kandidatarnar. Nú er tað eitt lívsstarv - og tað gekk bert stutt tíð frá tí at freistin at søkja var úti til fráboðan kom um at starvið var set, skrivar Norðlýsið.

Og tá Liljan Weihe, var sett, skrivaði stjórin, Dia Midjord, hetta:

Liljan Weihe, sum hevur røkt tíðaravmarkaða starvið á Aktuelt deildini í Kringvarpi Føroya, er sett í varandi starv. Liljan Weihe er 34 ára gomul, og hon er útbúgvin journalistur og cand.scient.soc. frá lærda háskúlanum í Roskilde, RUC.

Umframt starvsroyndir sum tíðindaleiðari/leiðari á Aktuelt deildini í Kringvarpi Føroya, hevur Liljan arbeitt sum miðlafólk hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi. Hon arbeiddi eitt stutt skifti á Dimmalætting, og hon hevur eisini royndir frá almennu umsitingini í Føroyum.

Fimm umsøkjarar vóru til starvið, sum leiðari á Aktuelt deildini í Kringvarpi Føroya.

Vit skulu ikki dvølja við hesum, men bert vísa á, at blaðið ætlar sær at fylgja hesum málinum, og fara eisini at biðja um alment innlit fyri at fáa greiði á hvussu hetta mál hongur saman.

Blaðið skilir, at málið av fleiri, verður mett so mikið álvarsamt, at tað væl kann hugsast, at starvssetanin kann ógildast, og at verandi leiðari fær eina frávaringaravtalu, grundað á, at umstøðurnar við hesi starvssetan ikki vóru eftir bókini.

Stólurin ridlar undir Liljan Weihe, tíðindaleiðara.